Matteus 10,34-42

 

Teksturin í dag er Matteus 10,34-42

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

34 Haldið ikki, at eg eri komin við friði til jarðar. Eg eri ikki komin við friði, men við svørði. 35 Eg eri komin at elva stríð ímillum son og pápa hansara, ímillum dóttur og mammu hennara, ímillum sonarkonu og vermammu, 36 ja, sjálvt tænastufólkið skal gerast fíggindi hjá harra sínum. 37 Tann, sum elskar pápa sín ella mammu sína, son ella dóttur meira enn meg, er mær ikki verdur. 38 Tann, sum ikki tekur kross sín upp og ikki er fúsur at ganga í deyðan saman við mær, er mær ikki verdur. 39 Tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað. Men tann, ið missir lívið fyri mína søk, skal bjarga tí. 40 Tann, sum tekur ímóti tykkum, tekur ímóti mær, og tann, sum tekur ímóti, mær, tekur ímóti honum, sum hevur sent meg. 41 Tann, sum tekur ímóti einum profeti, av tí at hann er ein profetur, skal fáa løn sum profetur. Tann, sum tekur ímóti einum menniskja, av tí at hetta menniskja ger Guds vilja, skal fáa somu løn sum tað. 42 Og tann, sum gevur einum tykkara okkurt at drekka, av tí at tit fylgja mær, skal so vissuliga fáa sína løn.”

Teksturin frá biblia.fo

v34 Haldið ikki, at eg eri komin at bera frið til jarðar; ikki eri eg komin at bera frið, men svørð. v35 Tí at eg eri komin at elva stríð millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara; v36 og húsbóndin skal fáa sítt egna húsfólk til óvinir. v37 Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur. v38 Og tann, ið ikki tekur kross sín og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur. v39 Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal bjarga tí. v40 Tann, ið fagnar tykkum, fagnar mær; og tann, ið mær fagnar, fagnar honum, ið meg sendi. v41 Tann, ið fagnar einum profeti, av tí at hann er ein profetur, skal fáa profets løn; og tann, ið fagnar einum rættvísum, av tí at hann er rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur. v42 Og tann, ið gevur einum av hesum smáu bert eina skál av køldum vatni at drekka, av tí at hann er ein lærusveinur, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal als ikki missa løn sína.»