Matteus 5,27-37

 

Teksturin í dag er Matteus 5,27-37

Ólavur Jacobsen lesur.

v27 Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: «Tú mást ikki dríva hor.» v28 Men eg sigi tykkum, at hvør tann, ið lítur at kvinnu við girndarhuga, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum. v29 Men um høgra eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær, tí at betri er tað tær, at ein av limum tínum forferst, enn at alt likam títt verður kastað í helviti. v30 Og um høgra hond tín freistar teg, tá høgg hana av og kasta hana frá tær; tí at betri er tað tær, at ein av limum tínum forferst, enn at alt likam títt fer til helvitis. v31 So hevur tað verið sagt: «Hvør tann, ið skilst við konu sína, skal geva henni eitt skilnaðarbræv.» v32 Men eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst, við konu sína, uttan fyri hors sakir, veldur, at hon drívur hor; og hvør tann, ið giftist við eini fráskildari konu, drívur hor. v33 Uppaftur hava tit hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu: «Tú mást ikki svørja rangan eið; men tú skalt halda Harranum eiðir tínar.» v34 Men eg sigi tykkum, at tit als ikki eiga at svørja; hvørki við himmalin, tí at hann er hásæti Guðs, v35 ella við jørðina, tí at hon er fótskør hansara; ikki heldur við Jerúsalem, tí at hon er staður hins mikla kongs; v36 ikki heldur mást tú svørja við høvur títt, tí at tú kanst ikki gera eitt hár hvítt ella svart. v37 Men tala tykkara skal vera: Ja, ja; nei, nei; men tað, ið kemur út um hetta, er av tí illa.