Meðan vit enn vóru syndarar
"Men Gud sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar" (Róm 5,8)
Til tíðir kann eg ivast í, hvørjar ætlanir Gud hevur við mær. Eg ivist í, um tað, ið hann leggur á mín veg, veruliga er tað besta fyri meg. Eg hugsi ofta, hvat ið eg vil ístaðin fyri, hvat Gud ynskir fyri meg. Eg kann biðja til hansara, at eg má taka røttu avgerð, og tá hann so svarar, hugsi eg “Er tað nú tann rætta avgerðin?”
Sum versið sigur, so gav Gud sín egna son, at doyggja fyri okkum, meaðn vit enn vóru syndarar. Vit vóru dømd til ævigt fortapilsi. Men Gud hevði størri og betri ætlanir fyri okkum tá. Hann elskaði okkum so nógv og vildi ikki síggja menniskju blíva fortapt. Tí sendi hann Jesus til at doyggja fyri okkum. Áðrenn vit høvdu møguleika at verða frelst, hevði Gud størri og betri ætlanir fyri okkum.
Um Gud hevði stórar ætlanir fyri okkum, tá vit vóru fortapt, hvussu stórar ætlanir man hann ikki hava fyri okkum, nú vit eru frelst og kunna liva saman við honum í allar ævir?
Hann lat sín egna son doyggja á krossinum fyri okkum, ímeðan og hóast vit enn vóru syndarar. Hann tók stigið og rakk sína hond ímóti okkum. Hann vildi frelsa okkum, bjarga okkum frá einum ævigum deyða. Gud ynskir bara tað besta fyri okkum.
Hetta kemur alt av Guds stóra og óendaliga kærleika til okkara. Alt, ið vit skula gera, er at taka ímóti hesum kærleika.