Mega vit aldri missa eitt undur

Skrivað: Ester Dalsgaard

Lærusveinarnir fylgdust við Jesusi hvønn dag í 3 ár. Teir upplivdu og sóu alt, ið Jesus gjørdi. Øll undrini, ið vit lesa um í Bíbliuni, har vóru lærusveinarnir og sóu tað við sínum egnu eygum. Í Matteus 14 lesa vit um hendingina, tá Jesus mettar 5.000.

Um kvøldið verða fólkini svong, og lærusveinarnir spyrja, um tað er tíð uppá, at tey bara skulu fara at keypa sær okkurt at eta. Men Jesus biður teir býta fimm breyð og tveir fiskar út, og tað røkkur til 5.000 menn umframt kvinnur og børn.

Allarhelst hava teir nógv heldur viljað sloppið heim, tí tað hevur verið ein langur dagur, og eg kann ímynda mær, at teir hava hugsað: ”Tað er ongin kjansur, at hetta fer at metta alla hesa mannamúgvu”. Men tá teir síggja, at tað røkkur til øll, verða teir spentir og eru enn einaferð vitni til eitt av teimum stóru undrunum, ið Jesus framdi. Um teir vóru farnir heim, høvdu teir ikki verið við til hetta!

Á sama hátt kallar Jesus ofta á okkum at hava ein vitnisburð, biðja fyri onkrum, vitna fyri einum vantrúgvandi og onnur ting, men tá koma umberingarnar fram. Vit tora ikki, ella eru ov troytt.

Ístaðin fyri at vit høvdu tann viljan at síggja Gud virka ígjøgnum okkum. Øll tey undur, ið hann kann fremja ígjøgnum okkum, um vit einans vilja traðka 100% út fyri hann!