Mín lukka – Harrin
Við Harran eg sigi: ”Tú ert Harri mín; mín lukka er eina hjá tær”! Sálm. 16,2
Hetta er ein sálmur eftir Dávidi.
”Tú er Harri mín; mín lukka er eina hjá tær”. Um tað er nakað sum menniskjan leita og søkir eftir í dag, so er tað lukku. Tað verður leita uppi og niðuri, eystur og vestur, um vit kunnu siga so. Menniskjan leitar, roynir og vónar at finna lukku her í lívinum.
Dávid livdi ein part av sínum lívi, sum vit av røttum kunnu siga, ikki var merkt av lukku, nei, út frá okkara sjónarhorni, mugu vit siga at lívið hjá Dávidi var meira merkt av ótta, stúran og flýggjan, tí hann var allatíð í vanda fyri at verða tikin og dripin.
Men Dávid bleiv ikki beiskur inn á Guð, men hann sá, eisini í trongd síni, at Guð var við og vardi hann, og tí kann hann syngja at Guð er mín lukka.
Jens Marni Hansen syngur ein sang við heitinum ”lukkan er ei gullið”. Og einki er meira satt enn tað.
Orðið sigur okkum, at tað gagnar okkum einki, um vit vinna allan heimin, gull og ríkidømi, tá ið endin verður at vit mugu bøta við sál okkara.
Nei, lukkan er ikki gullið, men lukkan er tað sum Dávid syngur um, eina at verða hjá tær Guð. Her funnur sál mín frið og gleði, líkamikið hvussu lívið annars kemur at hátta seg.