Náðitíð
At telja vára dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa! Sálm 90,12
Eingin kann steðga tíðini, hon er eins og ein á, ið ongantíð er still, og áin rennur skjótt. Hvussu liva vit okkara lív, tað avmarkaðu tíð vit fáa? Tað er ein gomul persisk søgn ið er hugvekjandi, hon sigur frá manni ið er við sjóvarmálan har finnur hann ein posa við steinum. Í spølni fór hann undir at kasta teir eftir másunum, sum flugu rundan um hann. Tá ið hann skuldi kasta tann seinasta steinin kom hann at hyggja betur at honum og til stóra ræðslu sá hann at tað var ein diamantur. Hóast hann leitaði væl og leingi eydnaðist honum ikki at finna ein einasta aftur av teimum, hann í lættsinni hevði blakað burtur. Vit skilja óivað hesa søgnina og boðskap hennara:Diamantarnir eru ár okkara og dagar.Vit kunnu blakað lutir burtur og finna teir aftur seinni, men spiltir dagar og misbrúkt ár eru burtur med alla, og vit koma ongantíð at finna tey aftur, so vit kunnu nýta tey øðrvísi. Hvussu er við við okkara lívið, nýta vit dagar á ein skynsaman hátt, leggja vit dagin í hendur hansara ið øllum ræður, ella liva vit lív okkara sum um eingin guð var til. Hugsa tískil um hvussu stutt lívið er, deyðans veruleika og longd ævinleikans. Í dag er náðitíð