New year, new me?
Hetta eru nøkur orð, vit hoyra, hvørja ferð vit hava eitt árskifti. Og síðani byrja vit: “Í ár ætli eg mær at eta sunt” ella, “í ár ætli eg mær at venja meira” ella kanska okkurt heilt annað. Men tey allarflestu gera sær nýggjárslyfti, ið vit bara vilja halda. Vit liva í vónini um, at vit klára tað. Men tá ið alt kemur til alt, fara hesi lyftini ógvuliga skjótt í vaskið. Vit tíma ikki at venja meira ella eta sunt; vit vilja bara gera okkurt annað.
Í ár skriva vit so 2017. Vit fáa ein nýggjan kalendara upp at hanga, og hann er púra ódálkaður. Vit blaka kalendaran fyri árið 2016 út, taka tær góðu løturnar við okkum í komandi árið, men lata tær keðiligu liggja eftir.
Mítt persónliga nýggjárslyfti er at verða eitt betri menniskja fyri Gudi. Tað vil siga, at í ár fari eg at gera eina roynd at liva tættari at Gudi, enn eg havi gjørt fyrr í mínum lívi. Eg veit, at hetta kann vera torført. Men myndatalan, at vit eru komin til eitt nýtt og óspilt ár, er sterk! Tí júst soleiðis er tað við Jesusi. Eg kann hava verið ein syndigur maður alt mítt lív. Men Jesus sigur: “Kom til mín!” Sjálvt um vit kanska eftir okkara hugsan slettis ikki hava uppiborið tað. Náðin er nýggj á hvørjum degi, so hvør dagur í okkara lívi kann vera ein dagur, sum er óspiltur. Og vit kunna vakna hvønn morgun og vita, at Jesus doyði fyri okkara syndir. Vit skula bert játta hesar syndir hvønn dag. Og síðani æra Faðirin altíð, og við hesum er hvør dagur eitt óskrivað blað. Um vit hava hesa hugsjónina, so síggja vit skjótt, hvussu stór náðin er. Og hvussu fantastiskt verkið á Golgata er. Við hesum í huga er tað lætt at vera motiveraður til at blíva eitt betri menniskja fyri Gudi, tí hann hevur gjørt alt hetta fyri meg.
So, nú vit skriva 2017, latið okkum øll gera okkum hetta nýggjárslyftið: 2017 skal vera tað árið, har eg hevði Jesus við mær hvønn dag, og eg fylgdi honum hvønn dag! Eg kann siga við vissu, at tað, at fara til Jesus hvønn dag, er heilt sikkurt betri enn at fara í fitness hvønn dag.
Heri Danielsen, Toftir