Nýggj byrjan
“Men eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Gud hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi.” (Fil 3,14)
Tað kann vera ringt hjá okkum, at byrja uppá ein nýggjan kapitul í okkara lívi. Menniskju hava sera lætt við, at vera bundin av fortíðini. Vit hava ringt við, at fyrigeva okkum sjálvum og at leggja okkara fortíð fram fyri Gud fyri so at koma víðari.
Gud sigur, at tá vit hava biðið um fyrigeving, so er tað gloymt. Hann fyrigevur okkum og heldur ikki okkara syndum ímóti okkum. So hví ganga vit runt og bera uppá hetta? Tá Jesus doyði á krossinum, tók Hann allar okkara syndir á seg. Tað er so fantastiskt at hugsa sær, vit eru frí frá øllum.
Ígjøgnum Jesus kunna vit byrja av nýggjum. Okkara fortíð er gloymd, og vit eru nýggir skapningar. Vit skula gloyma tað, sum er farið og heldur rætta okkum eftir tí, sum er fyri framman. Guds ætlanir fyri okkum eru so stórar, at vit hava næstan ikki tíð at hugsa um tað, ið er farið. Vit skula rætta okkum eftir tí sigursgripi, ið Gud hevur kallað okkum til.
Hetta er ein fantastiskur friður, ið Gud lovar okkum. Óansæð, hvat vit hava verið bundin at, so eru vit fríð og kunna stremba eftir tí, ið Gud ætlar við okkum.
Framum alt mugu vit søkja Gud og bjóða honum við. Tá vit byrja upp á okkurt nýtt í okkara lívi, er tað so umráðandi, at vit hava Gud við. Tað er hann, ið opnar nýggjar hurðar fyri okkum, so hví bjóða vit ikki honum við inn, tá vit fara innum hesar hurðar?
Gud hevur so stórar ætlanir við okkum. Vit kunna altíð byrja av nýggjum og gloyma tað, ið er farið.