Ófriður Guds
“Meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann” (Luk 15,20)
Bíblian lærir, at Gud er friðarins Gud. Hann livir og andar í friði. Samstundis gevur hann teimum, sum søkja hann og sum trúgva á Jesus, sín frið. Jesus segði: “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum” (Jóh 14,27)
Jesus nevnir eisini, at Gud friðarins kennir til “ófrið” – heilagan ófrið. Hesin ófriður er ikki eitt innanhýsis stríð í Gudi ella í húsarhaldi hansara. Ófriðurin kom við syndafallinum. Ófriðurin er tann harmur, tregi, longsul, sum Gud kennir, tí menniskjuni, hann elskaði høgt, í ólýdni vendu honum bakið.
Hesin ófriður Guds er væl lýstur av Jesusi í hendingini um “Tann burturfarna sonin”. Óivað hevði faðirin við sorg og trega eygleitt sonin, tá hann pakkaði niður, tí hann skuldi út í heimin at liva lívið. Alla tíðina, meðan sonurin var burturi, kendi faðirin ófrið, trega, longsul, harm. Tí hann ikki hevði samband við sín elskaða son.
Hetta kemur týðiliga fram í ørindinum: “Meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann”. Hetta sigur alt um Guds kærleika.
Heimafturkomin segði faðirin um sonin: “Hann var deyður og er livnaður aftur, hann var farin og er fingin aftur!” Ófriður faðirsins broyttist til frið. Sorg, saknur, tregi broyttust til gleði og sælu.
Gleðist Gud um teg, tí tú, í Kristi, hevur hjartasamband við hann og livir í nærveru hansara? Ella skapar tú ófrið, harm, longsul hjá Gudi, við vantrúgv, líkasælu og fjarstøðu tíni? Gudi leingist eftir at fevna teg í og við Jesusi– beint nú. Fær hann loyvi til tað?