Okkara einasti vegur
Tað eru tveir vegir til himmals. Eg hoyrdi einaferð eina talu, har talarin segði hesi orð. Hann forkláraði víðari, at antin kunnu vit gera alt rætt og vera fullkomiliga syndafrí, ella mugu vit venda okkum til Jesus.
Tað er ofta lætt at hugsa, at eg havi ikki gjørt so nógv skeivt. Men tíverri stendur tað í Jákupsbrævinum 2,10, ”at um einhvør heldur alla lógina, men snávar í einum luti, tá er hann vorðin sekur í øllum”.
Men hvussu skal eg so hava nakran møguleika at koma til himmals? Satt at siga, so hava vit ongan møguleika – í okkum sjálvum. Einki menniskja á jørð megnar at halda alla lógina og ikki gera, siga ella hugsa nakað skeift. Men søgan endar ikki her.
Tí Gud sendi okkum Jesus. Hann mátti senda okkum eitt menniskja, sum ikki syndaði í gerðum, orðum ella tonkum. Vegna Jesu verk á Golgata, kunnu vit sleppa til himmals. Hann er vegurin, ið førir til himmals. So hvussu skulu vit hava nakran møguleika? Vit hava ein møguleika. Jesus er okkara einasti møguleiki, og eingin kemur til faðirin uttan hann. (Jóh 14,6)