Ókrútið í havanum
Nú eitt kvøldið var eg úti í havanum og lúkaði ókrút burtur. Minnist meg rætt, so var tað ikki serliga langt síðani, at eg seinast ‘ruddaði’ burtur slíkan óynsktan vøkstur. Tað er ótrúlig megi og vilji í hesum ókrútinum at vaksa. Eg kann stríðast og strevast við at lufta, sáða og væta grasplenuna, fyri at hon skal gerast so pen sum møguligt, men ókrútsvøksturin yvirhálar ofta við fleiri bátslongdum. Og enntá uttan nakra sum helst hjálp.
Í Bíbliuni stendur ikki so nógv um, hvussu vit koma okkum av við ókrút. Men í Jóhannesi 15 brúkar Jesus eina kenda mynd úr urtagarðinum: “Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera” (Jóh 15,5).
Ein klár mynd við einum týðiligum boðskapi! Alt okkara andliga lív er treytað av, at vit eru gróðursett í Jesusi. Frá honum og ígjøgnum hann kemur øll orka og kraft, sum skal til fyri at liva og vaksa. Eins og greinin á bulinum.
Eg kann stríðast og strevast við mínum egnu ætlanum, men er Jesus ikki við, so verður eingin vøkstur.
Eisini sigur Jesus: ”Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst” (Jóh 15,2).
Eg veit ikki, um tú hevur upplivað eina sovorðna ‘reinsan’ frá Jesusi, men ein kann gott fáa eitt sindur ilt av henni viðhvørt. Tað kann vera, at Jesus minnir teg á at gera okkurt ávíst ella at lata vera við at gera okkurt ávíst. Tað kunnu eisini vera onnur sløg av ‘ókrúti’ í tínum lívi, sum áttu at verðið lúkað burtur. Óansæð, so vil Jesus, at vit verða varðveitt og vaksa.