Orðið

Skrivað: Kaj Eli Hansen

”Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga” (Luk 21,33).

Ein skal einaferð hava sagt, ”at tað einasta, sum tú fært við tær til Himmals, eru frelstar sálir”.

Men tað er nú ikki heilt rætt, tí tað er í øllum førum eitt afturat, sum vit fáa við okkum til Himmals, og tað er Guds orð. Eisini í Himlinum stendur Guds orð fast, tí har fara vit at síggja ta stóru heildina, nevniliga at ikki eitt tað einasta orð Guds fall burtur. Og tað besta av øllum er, at í Himlinum skulu vit vera saman við Orðinum, sum Jóhannes sigur í 1,14 ”og orðið varð hold og tók búgv okkara millum”. Her er nevniliga talan um Jesus.

Hugsa tær – í Bíbliuni eru orð, sum hava ævinleikan í sær. Tankar og góð orð, sum menniskju kunnu bera fram, kunnu verða til gleði og uppbygging, men Bíblian hevur tað orðið, sum ber, tá ið alt annað fellur til jarðar.

Hvussu er hetta møguligt? Tí at tað eru Jesu orð. Hann er eitt og alt við orðið. Tú, sum trýrt hansara orði, trýrt á Jesus.

Ígjøgnum hann hoyra vit tað orðið, sum hevur ævinleikans týdning.