Óttast ikki!

Skrivað: Mirian Mouritsen

Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Gud tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg. (Jes 41,10).

Ferðin gjøgnum lívið kann tykjast long. Hon kann tykjast einslig og vandamikil. Tað eru nógv viðurskifti í lívinum, ið vit ikki hava ávirkan á og sum kunnu gera, at vit gerast bangin, merkja ótta og ræðslu og føla ikki, at vit hava tamarhald á støðuni. Hóast ferðin kann tykjast einslig og buldrut, so ferðast tú ikki einsamallur  – tú ert ikki einsamallur í bátinum. Heldur ikki, tá harðast leikar á.

Vit megna ikki at stýra okkara báti sjálv, áraleys í ódnarveðri. Tá harðast leikar á, er tað ein, ið  stendur eftir og er trúfastur og førir okkum. Kendi sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” sigur soleiðis í einum av ørindunum:

Ein hevur vinurin vilja og mátt
at bjarga mær frá grandi;
Jesus kann føra mín lítla bát
trygt at himnasandi.

Óttast tí ikki, tí hann vil leiða okkum móti himmalsins strond. Tá tað er logn, og tá tann harðasta ódnin rakar og aldurnar bróta.

Lat Jesus verða skiparan, ið fær møguleikan at stýra bátinum alla leiðina á mál.  Lat Jesus verða Harran, ið sleppur at verða Harri og skipari í tínum lívi. Hetta er eisini ein spurningur um álit. Hevur tú álit á Jesusi? Trýrt tú, at hann er mentur? Jesus var saman við lærusveinunum í bátinum og illveður brast á. Lærusveinarnir gjørdist óttafullir og róptu á Jesus, ið lá og svav. Markus 4,39-40: Og hann fór upp og hótti at vindinum og segði við vatnið: «Tig, ver kvirt!» Tá makaði í vindinum, og tað varð blikalogn. Og hann segði við teir: «Hví eru tit so ræddir? Hava tit enn onga trúgv?»

Set títt álit á Jesus og bygg títt lív á hann. Hann er mentur at leggja teir størstu stormarnar og leiða okkum gjøgnum ódnirnar.

Óttast tí ikki, tí eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Gud tín! Sigl tí við rætta skipara!