Óttast ikki! Trúgv eina!  

Skrivað: Annelisa Rasmussen

“«Óttast ikki! Trúgv eina!»” (Mark 5,36b).

Hesi orð segði Jesus við Jairus, sum var komin at fáa hjálp, tí at dóttur hansara var vorðin sjúk. Meðan Jesus tosar við Jairus, koma boð heimanífrá, at gentan er deyð. Tá er tað, at Jesus sigur – Óttast ikki! Trúgv bert! Jesus sigur hesi orð í eini støðu, har tað er allarmest orsøk til at stúra og allarringast at trúgva. Tá ið alt gongur væl er lætt at trúgva. Verri er, tá ið trupulleikar koma á leiðina; tá ið vit standa yvirav tí ómøguliga. Tá er torført at trúgva, at Gud megnar tað ómøguliga. Men tað var júst tað, Jairus fekk at síggja. Jesus megnaði tað ómøguliga: At kalla dóttir hansara aftur til lívs. Allarhelst hevur tað verið so sum so við trúnni, men hann hevur helst krøkt seg til Jesu orð um ikki at óttast, men at trúgva.

“Trúgv, tá ið skýmir umkring teg, sólin er aftan ský”, syngja vit í einum sangi. Vit vita, at sólin er fjald handan skýggini, men vit hava so trupult við at bíða inntil hon brýtur ígjøgnum tey.

Óttast ikki! Trúgv bert! Í dag ljóða hesi orð til okkara, til tín og til mín, inn í okkara støðu. Eisini tá ið vit eru allarmest stúrin fyri tí, sum skal møta okkum; ja sjálvt tá ið vit skulu møta deyðanum, vil Jesus siga: Óttast ikki! Trúgv bert!

 

Trúgv, hvat ið so enn tær møtir;

heimið so nær jú er.

Har skalt tú æviga skoða

tað, sum tú trúði her!    MS 228 ø 6