Óttist ikki
“Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; …”
Luk.2,10
Latið okkum eitt bil í huganum leita suður á fløturnar uttan fyri Betlehem. Hellið, har Maria og Jósef hildu til í, var kalt og slavið, kanska fór ein mús spelandi eftir gólvinum órógvað av hesum nýkomnu.
Men leita tær fram at krubbuni, sum stendur har á gólvinum. Hvat er hetta. Gud lagdur millum lokkanet – hvar í verðini sást fyrr ella seinni slíkt? Ein klárari mynd kann ikki teknast av tí kærleikanum, sum trýr øllum, tolir alt, vónar alt, ber alt.
Hesa náttina nemur Himmalin við jørðina, nemur við “landið, sum havið kínir … landið, har fjøllini kyssa himmalin,” sum ísraelsmenn syngja. – Og har brennur bál í náttini.
Fylg hirðunum til hellið – teir eru fyltir av ótta. Fylg teimum frá hellinum – teir eru fyltir av gleði. Men júst soleiðis er lívið: ótti og gleði flættað saman til eitt sjáldsamt mynstur.
Hjá Jesusi er rúm fyri báðum.
Sagt verður frá einum, sum stillaði seg í opið, tá ið ein byrging út móti havinum skrædnaði; av øllum alvi royndi hann at tetta holið.
Tað var júst hetta, ið hendi jólanátt. Tá kom Gud sjálvur inn í ætt okkara í líki av Jesusi Kristi. Hann kom ikki á eina stutta óbindandi vitjan – men hann stillaði seg í opið móti øllum tí, sum brýtur byrgingar í ætt og sinni… saknur, synd, sorg og sár. Hann stillar seg framman fyri einum biðjandi, sum óttast fyri, at lívsins byrging skal bresta. Hann stendur har. Hann. Eisini tá ið tann seinasti av øllum hinum er rýmdur.
Einaferð kemur okkara seinasta nátt. Eisini ta náttina brennur bál. Tá brennur alt pynt og alt stás okkara upp. Og eftir verður bert tað, sum Luther kallar tað einasta sanna hjá okkum: synd okkara!
Men júst tí gjørdust jól: fyri at menniskjuni ikki ein dag nýtist at standa einsamøll. Hann ber skuldina burtur – Hann, sum gevur. Hann, sum fyrigevur. Hann, sum verður um allar ævir.
Tú satst í Himlinum høga við skaparans síðu,
komst so til foldar og hjálpti tá okkum úr stríði;
tú vára neyð
sást og leið harðasta deyð,
tøkk hav tú, drottur, hin blíði! (Hms.172,2).