Óttist ikki og ræðist ikki
Fyri skjótt tveimum árum síðan broyttist verðin frá tí sum vit kendu hana. Frá einum degið til tann næsta, lærdu vit øll at fyrihalda okkum til orð sum covid19, frástøða, spritta, sóttarhald, tilmæli o.s.fr. Í skjótt tvey ár, hevur hetta verið okkara nýggi dagligdagur. Fyri nøkur var tað lætt at venja seg við. Fyri onnur straks verri. Vit hava hoyrt um menniskju í okkara nærumhvørvið, sum hava havt tað trupult hesi seinastu tvey árini.
Mong mundu kenna lættan, tá løgmaður fyri stuttari tíð síðan, greiddi okkum frá, at tilmælini so við og við fóru at fella burtur. Gerandisdagurin, sum vit kendu hann, var aftur í eygsjón.
So bórust tíðindini um Russland og Ukraina. Um ósemju, um álop. Um menniskju, sum máttu flýggja frá hús og heimi – yvir háls og herðar. Ukraina, sum als ikki er so langt burtur frá okkum. Ikki er sørt, at hesi tíðindi eru ófrættakend.
Kom at hugsa um søguna um listamannin, sum vann eina kapping, tá hann við sínum málningi lýsti hvat friður var. Tað var ikki ein mynd, sum tú við fyrsta eygnakasti hugsaði um frið. Málningurin var ein stórur fossur, ja tú hoyrdi næstan hvussu hann buldraði. Miðskeiðis í fossinum stakk ein klettur út. Og á hesum kletti, hevði ein fuglur bygt sær reiður. Mitt í øllum ganginum og ruðuleikanum rundanum, var tað trygt og gott á klettinum.
Á sama hátt kunnu vit hvíla fullkomiliga trygt í vissuni um at vit eiga ein faðir í himli. Hjá honum finna vit frið og hvíld, mitt í øllum meldrinum, í øllum ófriðinum. Í allari óttan og stúran, sum kann raka okkum, tá slík tíðindi um kríggj berast okkum, so er tað fantastiskt at vita, at hjá honum, sum øllum valdar, finna vit frið og tryggleika. Hvussu víkur og vendir, so er hann hin sami, í gjár og í dag og um allar ævir. “… mín frið gevi eg tykkum… Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” Jóhs. 14, 27