Pætur fortaldi… fortelja vit …?
"Ein og hvør, sum trýr á hann, skal fáa fyrigeving syndanna fyri navns hans skuld" (Áps 10, 43b).
Kornelius upplivir eina serliga hending, sum bert heilt fá av okkum koma at uppliva. Hann fekk vitjan av einum eingli. Um somu tíð, upplivir Pætur eina sjón, sum sigur honum, at ein fremmandur vil koma til hansara.
Pætur hevði upplivað, at hann skuldi møta nýggjum menniskjum, har hann skuldi fortelja teimum um fyrigeving fyri syndirnar til teirra, sum trúgva á Jesus. Tað nýggja við hesum, var at familjan hjá Kornelius ikki vóru jødar.
Tað Pætur lærdi henda dagin var, at boðskapurin um Jesus Kristus, var til øll menniskju – Kornelius, sum var heidningur, hevði eisini fyri neyðini at hoyra gleðiboðskapin um Jesus Kristus.
Tað vit skulu taka til okkum er, at vit eisini síggja øll okkara medmenniskju, sum tørva at hoyra orðið um Jesus Kristus, og at vit ikki avskriva nakran, tí okkara eygu síggja nakað heilt annað enn tað, Gud sær. Gud sær hjartað hjá menniskjum, sum tysta og hungra eftir at møta frelsaranum – júst sum vit eru.
Eitt og hvørt menniskja hevur rætt til syndanna fyrigeving, við trúgv á Jesus Kristus.