Pápi er skipari
"Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær." (Sálm 32,8)
Eg hoyrdi einaferð ein, ið fortaldi eina søgu um ein mann umborð á einum skipi. Veðrið var sera ringt og skipið rullaði nógv. Maðurin, sá ein drong spæla bólt á dekkinum og spurdi drongin, ”ert tú ikki bangin, um at skipið rullar so illa?” Drongurin svarði við einum smíli, ”Nei, pápi er skipari”
Lítli drongurin hevði fult álit á, at pápin fór at sigla tey trygt inn til land. Drongurin hevði einki at óttast um, tí hann leit á skiparan.
Hvør er skipari í okkara lívi? Hevur tú givið Gudi skiparaplássið? Ella ert tú sum kvinnan í hesum filmsbrotinum – Stólurin – ið ynskir at geva Gudi skiparaplássið, men hvørjaferð Gud tekur eina avgerð, ið tær ikki dámar, so troðkar tú hann vekk?
Tað er ikki lætt at geva Gudi skiparaplássið, men tað er tað besta fyri okkum. Um Gud stýrir tínum lívi, so hevur tú als einki at stúra fyri. Hann kennir leiðina, hann vil tú skal ganga, og hann veit betri enn vit, hvat okkum tørvar.
“Nei, sum himin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara.” (Jes 55,9)