Sæl eru eygu og oyru tykkara

Skrivað: Ernst Súni Magnussen

'Men sæl eru eygu tykkara, tí at tey síggja, og oyru tykkara, tí at tey hoyra;' Evangeliið eftir Matteus 13,16

Hvat sóu eyguni, og hvat hoyrdu oyruni hendan dagin? Lærusveinarnir og fjøldirnar, sum samlaðust um Jesus hoyrdu, læru hansara, sum gav teimum vón og ugga í eini tíð, har tjóðin Ísrael var kúgað av rómverjum. Jesu orð vóru ikki sum tey hjá teimum skriftlærdu, men full av myndugleika (Matt. 7,29). Jesu orð vóru eisini full av vón, tí at tey, sum hoyrdu hann tala, kundu trúgva at syndir teirra vóru fyrigivnar. Jesus segði við hin giktsjúka “Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar” (Matt. 9,2).

Harumframt høvdu tey sum fylgdu og flokkaðust um Jesus ferð eftir ferð sæð Jesus gjørt undur. Hann lekti mannin við visnari hond (Matt. 12,13), ein giktsjúkan mann bað hann fara á føtur (Matt. 9,6), og tá illveðri brast á á Genesaretvatninum, stillaði Jesus óveðrið við einum orði “Tig, ver kvirt!” (Matt. 8, 26).

Hesin Jesus, sum var likamliga saman við teimum er eisini hjá okkum, men á annan hátt. Vit kunnu ikki síggja og hoyra hann, sum tað var hjá lærusveinunum. Men vit trúgva á ein livandi og upprisnan Jesus, sum við sínum anda og orði hevur gjørt tað møguligt hjá okkum at hoyra læru hansara og síggja gerning hansara.

Eg hugsi at mong ættarlið undan okkum vildu prísa seg sæl (Matt. 13,17), um tey kundu havt bíbliuna við hondina, við bert at flyta fingrarnar yvir ein lítlan skerm. Harumframt, hugsi eg, at mong høvdu verið ovurhonds glað um tey kundu sæð filmar av teimum hendingum, sum eru lýstar í bíbliuni. Upp aftur meira glað og bilsin høvdu tey helst verið, um tey vistu, at við teimum hentleikum vit hava í okkara tíð, kunnu vit javnan hoyra frá teimum, sum eru kúgað og avbyrgd frá at boða evangeliið og samstundis kunnu vit senda teimum eini uggandi boð og bera tey fram fyri Guds trónu í bøn.

Men hvat? Eru vit ovfarin og prísa okkum sæl fyri hesar signingar? Gera vit fult gagn av hesum ovurhonds framkomnu tøkniligu tólum? Paulus strongdi á meinigheitina í Efesus, um at brúka hvørja løtu væl (Ef. 5,16).

Vónandi ljóða orð Jesusar líka dýrabar til okkara, sum til eina og hvørja tíð kunnu hyggja inn í Guðs orð, ella lurta eftir orðinum, sum tað verður lisið, at “sæl eru eygu og oyru tykkara”. Má Harrin hjálpa okkum at halda okkum til orðið og bønina, so at vit kunnu brúka teir hentleikar við hava tøkar til at bera góðu tíðindini víðari.