Samkoma

Skrivað: Ester Aðalsteinsdóttir Danielsen

Í Ápostlasøguni lesa vit um ta fyrstu samkomuna. Lærusveinarnir hildu fast við tað, sum Jesus hevði lært teir, og teir bóru tað víðari. Teir lærdu fólkið, og fleiri blivu frelst. Mong undur og tekin vórðu gjørd, tí teir høvdu Heilaga Andan í sær. Hóast Jesus ikki var ímillum teirra longur, so blivu lærusveinarnir við. Teir høvdu sæð alt, ið Jesus hevði gjørt, og teir vistu, at hetta var veruligt.

Fólkið samlaðist saman og lurtaðu eftir tí, ið lærusveinarnir lærdu. Hóast tey ikki høvdu nakað stórt flott hús at fara í, so var hetta teirra samkoma, tí tey komu saman og lærdu um Jesus. Tey upplivdu at fólk vórðu grødd, og sálir vórðu frelstar.

Vit hava Jesus í okkara hjarta. Vit hava eina frelsta sál, og Heilagi Andin livir í okkum. Um vit ynskja at hava møti, so er tað ikki neyðugt við einum flottum húsi, mikrofonum og góðum ljósi. Alt vit hava brúk fyri eru fólk, ið ynskja at læra meir um Jesus, sum vit kunna leiða til frelsu.

Tað er so gott at vita, at vit hava bara brúk fyri Jesusi, og so skula vit nokk klára alt. Tað eru ikki vit, ið skula frelsa fólk. Jesus hevur bara brúk fyri okkum at boða hansara orð, og síðani skal hann orna rest.