Samsvarar okkara tala við okkara gerðir?

Skrivað: Petur Absalonsen

"Tú, sum soleiðis lærir annan, lærir tú ikki teg sjálvan? Tú, sum prædikar, at tey skulu ikki stjala, stjelur tú?" (Róm 2,21).

Hetta versið er sera rannsakandi, tí eru míni orð, sum eg tali, í samsvari við mátan eg livi uppá? Hugsi eg meg bara eitt sindur um, so veit eg, at eg mangan havi sagt: “ikki lúgva”, men so eina lítla løtu seinni havi eg logið. Og eg trúgvi, at vit øll kunnu kenna okkum aftur í eini líknandi støðu.

Vit kunnu freistast til at hugsa: ja hvat bilar tað, um mínar gerðir ikki altíð samsvara við mína talu, tí Gud fyrigevur okkum, tá ið vit venda okkum til hansara og angra okkara misbrot.

Ja tað er satt, at Gud fyrigevur okkum, tá ið vit koma til hansara. Men hugsa vit um okkara næsta, so fylgir hann við okkum, og fyri hann kann tað týða nógv, at tað er samsvar ímillum okkara talu og gerðir. Tí um vit siga, at næsti okkara er nýliga umvendur og ikki hevur nógva vitan um ta kristnu trúnna, so mugu vit vitna fyri honum og øllum øðrum við okkara gerðum.

Men tó at gerðirnar hava nógv at siga fyri okkara næsta, so hava tær einki at siga, tá ið vit tosa um frelsuna, tí hon er vunnin einaferð á Golgata, og vit fáa einki lagt aftur at verkinum á Golgata.

So lat okkum hugsa einaferð eyka, tá vit gera okkurt, um tað er í trá við okkara trúgv, so vit kunnu vísa okkara næsta á Jesus við okkara lívi.