Skapað í Guds mynd

Skrivað: Maja Jakobsen

Tú og eg eru skapað eftir Guds mynd. Vit eru øll unik, og Gud elskar okkum, júst so sum vit eru. Hitt einstaka menniskjað hevur eitt óendaligt virði hjá Gudi, og Bíblian vísir okkum nógvar staðir á, hvussu fantastiskt menniskjað er myndað av Gudi. Til dømis stendur í Fyrstu Mósebók, 1. kapitli, 27. versi, at Gud hevur skapað menniskjað í sínari mynd.

Hjá Jeremia 1,5 stendur: “Áður enn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, áður enn tú komst av móðurfangi, halgaði eg teg”. Longu tá barnið er gitið í móðurlívi, kunnu vit foreldur leggja tað í Guds almáttugu hendur – hetta unika barnið, sum er skapað í Guds mynd.

Í Efesusbrævinum 2,10 stendur soleiðis: “Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum”. Gud hevur longu, tá ið vit blivu fødd, góðar ætlanir við okkum øllum.

Í Sálmi 8,6 stendur um menniskjað, at: “Tú gjørdi hann nærum til Gud, hevur krýnt hann við dýrd og við æru (í donsku týðingini stendur: “Du har gjort det (menniskjað) kun lidt ringere end Gud, med herlighed og ære har du kronet det.” So stór/stórur ert tú í Guds eygum.

Kennir tú teg kiksaðan, vánaligan ella øðrvísi? So skalt tú vita, at tað heldur Gud ikki. Nei, hann hevur skapað teg, júst soleiðis sum tú ert, við teimum gávum og evnum, ið tú hevur fingið. Tú ert skapaður væl – tað ber Guds orð prógv um.

Hvussu síggja eg og tú onnur menniskju? Eru nøkur hægri í metum hjá okkum enn onnur? Hjá Gudi er ongin munur á menniskjum, og tað eigur tað heldur ikki at vera hjá okkum. Gud – sum er kærleiki – elskar øll treytaleyst.

Bøn: Takk Gud fyri, at vit hoyra tær til, longu áðrenn vit eru gitin í móðurlívi. Takk, at øll menniskju hava eitt óendaligt virði hjá tær. Minn tú tey, sum kenna seg lítil, veik og kiksað, á tað, og minn tey á, at tú elskar tey – júst  sum tey eru. Hjálp okkum at síggja øll menniskju sum tíni elskaðu børn.