So høvdu staðið meir enn tríggir krossar á Golgata

Skrivað: Jóhannes Berthelsen

„Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna: okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót“ (Jes 53,5).

Ein prestur sat og skrivaði eina talu til vikuskiftið, tá sonurin kom rennandi inn í stovuna og spurdi, hvat hann gjørdi. Pápin svaraði, at hann fyrireikaði eina talu. Av áhuga og forvitni spurdi pápin sonin – hvat heldur tú hevði hent, um Jesus pápi ikki doyði á krossinum? Drongurin hugsaði seg um eina løtu, og svaraði síðani – so høvdu nógvir krossar staðið á Golgata.

”Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara” (Róm 6,23).

Vit hava øll syndað, og tí átti tað at vera vit, ið hingu á krossinum, men takka veri Guds náðifulla kærleika, og Jesu verk á krossinum, kunnu vit, sum frelst eru, taka undir við Paulusi, tá hann sigur ”eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guds son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg” (Gal 2,20).