Tá Gud er langt burtur
"Eli, eli, lama sabaktani?" Tað er: "Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?" (Mat 27,46)
Krossarorð av Jesu munni.
Kenslan hjá einum menniskja, at føla seg gloymdan, sviknan, rýmdan frá, er tann ringasta upplivingin, eitt mennsikja kann hava. Vit lesa í Sálmi 44,24: “Vakna! Hví svevur tú, Harri? Vak upp! Koyr okkum ei burtur med alla!” Hetta er á ongan hátt ókent fyri okkum menniskju, at uppliva at eisini Gud kann vera langt burtur frá okkum.
Vit kunnu eisini lata ungu gentuna við múrin í Warszawa geva okkum íblástur, tá hon sigur: “Eg trúgvi á sólina, eisini tá hon ikki skýnur. Eg trúgvi á kærleikan, eisini tá eg ikki merki hann. Eg trúgvi á Gud, eisini tá eg ikki síggi hann”.
Tað undursama við rópinum hjá Jesusi á krossinum er, at sjálvt tá Jesus merkir, at Gud ikki er at síggja, so kann hann rópa upp til hansara. Hjarta hansara rópar til Gud í himlinum, um at Gud má vera hjá honum í hesi sváru neyð.
Tá tú følir teg útifrystan og einsamallan, skalt tú vita, at tú eigur ein faðir í himlinum, sum bíðar eftir at hoyra tín rødd. Tá tú rópar “Hví fórt tú frá mær”, gevur hann tær eitt lyfti um, at hann skal koma til tín, og geva tær.
Tá kunnu vit saman við Dávidi lovprísa. Sálmur 22, 27: “Teir, ið søkja Harran, skulu honum lova, teirra hjørtu eiga lív allar ævir.”
Harri tala til mín.