Tað, tú fyllir teg við, flýtur yvir
Eg hoyrdi einaferð eina søgu um eina mammu og dóttir, ið plagdu at sita í einum toki. Hvørja ferð tær sótu í tokinum, sat gentan og sang sunnudagsskúlasangir. Mamman var eitt sindur flov av dóttirini, hvørja ferð hon sá øll eyguni, ið hugdu at teimum.
Ein dag tá tær skuldu í tokið, sigur mamman við dóttirina: ”Lovað mær nú, at tú ikki fert at syngja hesaferð”. Gentan smíltist til mammuna og lovaði, at hon skuldi vera friðarlig. Tá tokið hevði koyrt eina løtu, byrjaði gentan at syngja. Mamman bað hana vera friðarliga, men gentan svaraði henni: ”Men mamma, eg eri so glað, og eg kann ikki annað enn syngja um Jesus”
Hesa kensluna kendu Pætur og Jóhannes eisini til, tá teir søgdu ”Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt.” (Áps 4,20)
Henda lítla gentan hevði hoyrt so nógv gott um Jesus, at tað fleyt yvir hjá henni. Hon megnaði ikki at halda gleðini inni. Tað stendur bæði í Matteus 12,34 og Lukas 6,45, at ”Muður mælir tað, ið hjarta er fult av”.
Um tú ert trúgvandi og fyllir teg við Jesusi, so fer tað eisini at síggjast á tær.