Tæna teimum minstu

Skrivað: Ernst Magnussen

Og kongurin skal svara og siga við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta
móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.» (Matt. 25,40)

Hann eitur Spencer, men øll kalla hann “Spence”. Hann var tann besti rennarin í stati sínum, tá hann
gekk á miðnámsskúla. Síðani fór hann á universitet við fullum lestrarstuðli. Nú býr hann í einum av
størstu býunum í Amerika og er høgt í metum millum verkfrøðingar í kemi.

Um tú spurdi Spence, hvat hansara størsta avrik var, hevði hann neyvan nevnt nakað av hesum áður
nevndu. Heldur hevði hann spentur sagt tær um ferðirnar, hann við jøvnum millumbilum ger til
Nikaragua. Her vitjar hann nøkur børn og lærarar á einum eftirskúla, sum hann var við til at stovna,
í einum at teimum fátækastu økjunum í landinum. Síðani hevði hann sagt tær, hvussu nógva gleði
hann hevur havt av at vera við í verkætlanini.

“Einum av hesum minstu”. Tað er ein setningur sum verður brúktur á ymiskan hátt. Jesus brúkti
hesi orðini um tey, sum eftir heimsins mátistokki, hava lítið og einki at bjóða okkum afturfyri
okkara tænastu.

Tey eru ofta menn og kvinnur, sum heimurin ikki roknar uppí – um ikki heilt
gloymir. Men tað er júst hesi, sum Jesus lyftir upp og lýsir so vakurt við at siga: “Tað, sum tit hava
gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!” (Matt. 25,40 VD).

Tær tørvar ikki at hava útbúgvin frá einum vælkendum hægri lærustovni fyri at skilja, at týdningurin av at tæna “hesum minstu” er tað sama sum at tæna Honum. Alt sum tað krevur er fúsleika til tænastu.

Skrivað hevur John Blasé. Umsett úr www.odb.org 12. apríl 2021 (ESM)