Tak hvønn tanka til fanga

Skrivað: Tórur Jacobsen

“..við tað at vit bróta niður hugborgir og eitt og hvørt hálæti, sum reisir seg ímót kunnleikanum um Gud, og hertaka eins og hvørja hugsan til lýdni ímót Kristi” (2. Kor 10,5)

Okkara tankar hava sera stórt vald. Hetta veit Sátan væl, og tí roynir hann at ávirka okkum og freista okkum við at ávirka okkara tankar og fylla okkum við lygnum. Men tíbetur hava vit nøkur vápn, ið vit kunnu verja okkum við. Eitt av teimum er, at vit “hertaka hvørja hugsan til lýdni móti Kristi”.

Dr. Caroline Leaf, ein kristin serfrøðingur innan økið: ‘cognitive neuroscience’, sigur, at vísindi peikar á, at besti mátin at aveitra heilan er at taka tankarnar til fanga og døma teir. Tað loyvir tær at sleppa av við eitrandi og oyðileggjandi tankar. Tað merkir at hugsa um hvønn tanka og greina hann, áðrenn man velur at góðtaka ella vraka hann.

Amerikanski pastorurin Jim Putman sigur: “Okkara hugaheimur er stríðsmarkin, har andaligi bardagin fer fram. At stýra okkara tankum er ein lykil til at finna frið í einum ófriðaligum heimi.”

Avbjóðing: tak hvønn tanka til fanga og døm um hann, áðrenn tú velur at góðtaka hann ella ikki.