Tann, sum troystar á Harran
”og sum áður eingin á nøkrum sinni hevði hoyrt gitið, tí at einki oyra hevur hoyrt um og einki eyga sæð nakran Guð uttan teg, ið hjálpir teimum, ið troysta á hann. ”
Jes.64,3
Men at troysta á og bíða er ikki altíð lætt. At halda á at biðja og ákalla Gud, at stríðast í bønini og tó ikki síggja hjálpina koma. At bíða, meðan dagar gerast ár, og einki svar kemur, og himmalin tykist at vera afturlatin. At bíða summar og vetur, og bønarsvarið tykist at vera upp aftur fjarari. Skuggar leingjast, myrkur kemur á, vónin næstan burtur, og hin mótleysi suffar:
”O, Gud, hvør leingi?”
Men undir øllum hesum er hin guddómligi mátturin livandi og arbeiðir fyri hina royndu, mótleysu sálina, og Gud sjálvur stendur aftan fyri alt, sum hendir. Vit vilja helst hava eitt ávíst bønarsvar alt fyri eitt. Men soleiðis eru vegir Guds ikki altíð. Gud má fyrireika hjarta okkara at taka ímóti svarinum.
Handan hitt himmalska forhangið situr meistarin og snikkar og kínir bønarsvarinum, soleiðis at vit fáa tikið ímóti tí, samstundis hjarta okkara verður búgvið til signingina. Ein Gud og Faðir, sum arbeiðir fyri barnið, ið tolið situr og troystar á og bíðar – sum tað er dýrdarríkt!
Ver so trygt, gudsbarn! Søk tín er ikki gloymd. Lat orðini úr Jesaja 64,3 søkka djúpt í sál tína, tí so slætna hinir krøppu sjógvarnir. Tað doyvir tína knurran, sum lættliga kann detta av vørrum tínum. Tað fyllir hjarta títt við sælari frøi í øllum einseminum, gevur tær tann friðin sum ber yvir øllum viti.
Hav bara trúgv á Gud og troysta á Hann! Kenn teg tryggan í trúgv tíni á hina dugnaligu hondina, ið arbeiðir! Lít á hitt góða hjartað, sum leggur vegin, og á hin mikla vísdómin, sum altíð gevur hitt besta í røttu løtu. Trúgv og bíða! Troysta á Gud!
T.D.H týddi