Tann veldiga gávan
“Kasta tína byrði á Harran, og hann skal halda tær uppi! Allar ævir hann ikki vil loyva, at rættvísur fótfesti missir!” (Sálm 55.23)
Tað kann vera so ymiskt, sum tyngir okkum í lívinum. Øll hava sítt at stríðast við. Líkamikið, hvat tað er, sum tyngir meg og teg, er Jesus til reiðar at hjálpa okkum við sínum kærleika, nærleika og umsorgan. Syndabyrðan tyngir, og tíverri stríðast menniskju ofta við at bera hesa byrðu sjálv. Jesus ynskir at taka hesa byrðu av okkara herðum. Jesus elskar okkum og doyði fyri allar heimsins syndir á krossinum á Golgata. Hann rindaði prísin fyri meg og teg við sínum egna blóði, soleiðis at vit, tá ið vit doyggja, kunnu koma heim í himmalin at búgva í allar ævir. Treytin er, at eg og tú leggja okkara syndabyrðu við hansara føtur, og lata hann reinsa okkum frá allari synd. Sum tað stendur í 1. Jóhannesarbrævinnum 1,7: “Blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.”
Tá ið vit hava lagt okkara syndabyrðu á Jesus, eru vit reinsaði í Jesusar blóði, og tí eru vit rættvís í hansara eygum. Fantastiskt! Alt av náði! Tak ímóti hesi veldigu gávu!