Tit eru salt og ljós.
Í Matteus 5, 13-16 sigur Jesus, at vit eru salt og ljós. Men hvat meinar Jesus við, tá hann sigur hetta? Tá Jesus sigur hetta, so vísir hann á, at vit eru virðismikil. Fólkini, sum lurtaðu, skiltu væl eginleikarnar og tað stóra virði, sum var í salti í tíðini langt áðrenn vit fingu køliskáp og frystiboksir. Vit vita, at salt ger okkum tyst, tað gevur matinum góðan smakk og ger, so matur ikki spillist. Um tað er hált úti á vegnum, so kann salt broyta vandamyklu støðuna soleiðis, at tað verður tryggari at ganga ella koyra eftir vegnum. Í gerandisdegnum merkir hetta, at vit kunnu verða tann, sum kemur við tí góða orðinum ella góðu gerðini; og soleiðis gera dagin betri fyri okkara næsta. Vit kunna vera tey, sum lívga um, stuðla undir og byggja upp. Vit kunna forða fyri, at okkara medmenniskju blíva spilt av orðum. Við at vera salt kunnu vit vera góðir vegvísarar. Vit kunnu broyta vandamiklar umstøður, soleiðis at okkara næsti finnur á røttu og tryggu leið. Vit kunnu gera, so onnur fara at tysta eftir Gudi.
Sum ljós hava vit fleiri eginleikar. Tá vit lýsa, so má myrkrið hvørva. Sum vitar lýsa vit og vísa á, hvar vandarnir eru á leiðini. Má Gud hjálpa okkum til at vera salt og ljós.