Títt navn vil eg bera við æru
Soleiðis syngja vit í einum sálmi. Er hetta nakað, vit bert syngja, ella er tað nakað, vit av hjarta vilja gera, sum trúgva á Jesus? Vilja tú og eg tæna Jesusi her í heiminum við æru?
Lærusveinanir fóru, eftir Jesu uppreisn og Heilaga Andans gávu, út við boðskapinum. Fyltir av Heilaga Andanum talaðu teir um alt, sum teir høvdu hoyrt og sæð. Tað brendi á hjá teimum, at fólkið mátti koma at kenna frelsaran, og sjálvt um stór mótgongd møtti teimum, hildu teir áfram at tala um Guds verk og um Jesus Kristus, sum kom fyri at loysa okkum menniskju frá syndum okkara. Tí sum Pætur og Jóhannes siga í Ápostlasøguni 4, 20: “Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava hoyrt og sæð“.
Hvussu við tær og mær: Brenna vit fyri at siga okkara næsta um Jesus? Liggur tað okkum á hjarta, at næstin má kenna Jesus sum frelsara og Harra ?
Sterkar kreftir hótta tann trúgvandi í dag. Tað er nógv, sum kann taka frímóðina frá okkum: Synd, fall, hugmóð, sløvheit, dovinskapur og líkasæla… Hetta er bert nakað av tí, sum kann taka frímóðina.
Sig, tú sum trúgvandi er: Eg vil ikki skammast við at bera Jesu navn við æru.