Úr sama munni koma signing og banning

Skrivað: Anna Absalonsen

Tað eru ivaleyst mong, ið kunnu taka undir við mær í, at tungan er ring at temja. Alt ov ofta verður tungan nýtt til at baktala, grenja og til at upphevja ein sjálvan, ístaðin fyri at bera takksemi, gleði og rósandi orð. Í Jákupsbrævinum 3,10 stendur: “Úr sama munni koma signing og banning. Hetta eigur ikki at vera so, brøður mínir”. Okkara Harri og frelsari ynskir, at vit skulu vera hansara ljós í hesum heimi – eisini við tunguni. Hann ynskir, at vit skulu vísa okkara næsta á, hvussu ótrúliga stóran kærleika Gud hevur til okkara. Hann elskar okkum so høgt, at hann sendi son sín at doyggja fyri okkum. Henda uppgáva, tykist fyri meg, ofta at vera ein vónleys uppgáva, men Guds orð sigur okkum, at vit ikki skulu royna at megna nakað í okkum sjálvum. Vit skulu hvønn dag venda okkum til hansara og biðja um styrki frá honum!

“Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: “Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Gudi er alt gjørligt” (Matt 19,26).

Gud signi og hjálpi okkum at nýta tunguna rætt.