Varða títt hjarta
Hetta var ein boðskapur til eina ungdómslegu á sinni, og hetta talaði veruliga til mín. Vit lesa í Orðtøkunum 4:23: “Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp.” Tað, sum vit loyva inn í okkara hjarta, er tað, sum vit liva. Eitt annað ørindi í Matteus 12:34 sigur: “Muður mælir tað, ið hjarta er fult av.” Hetta er so satt. Tí um eg hugsi, hvørjum eg lovi inn í mítt hjarta, eru tað so bara góð ting? Hvørjum filmum hyggi eftir? Hvørjum sangum lurti eg eftir? Hvørji vinfólk havi eg? Eru tað vinfólk, ið gera meg til ein betri persón? Vit mugu ikki lata negativ ting stýra okkum, tí tá koma tey í okkara hjørtu og oyðileggja okkum. Tað, ið vit skula loyva í okkara hjørtu, eru kærleiki, gleði, eyðmjúkleika og onnur positiv ting. Tí tá verða tað tey tingini, ið vit liva út.
Jesus varð ofta freistaður og mátti tá fara fyri seg sjálvan í bøn. Hann vardi sítt hjarta, so ongin freisting kom inn.
Um Jesus hevði brúk fyri at varða sítt hjarta, so hava vit eisini brúk fyri tí. Við at leggja okkara keðiligu tankar fram fyri Jesus, tá varða vit okkara hjarta.