Ver eitt ljós, har tú ert
“Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar. Fyri einki hava tit fingið tað, og fyri einki skulu tit geva tað” (Matt 10,8).
Hetta er okkara kall. Vit hava fingið eitt kall at vera Jesu lærusveinar, sum tað eisini stendur í Matteus 28,19-20. Uttan mun til hvar vit eru ella hvat vit gera, so er hetta okkara kall. So hugsa vit ofta: Men eg veit ikki, um eg skal vera lærari ella trúboðari. Vel annað av teimum, og ger so hatta har. Ver eitt ljós, har tú ert.
Ein viti hjálpir bátunum í myrkri at síggja, hvar teir eru staddir, og at land er beint við. Bátarnir skulu ikki sigla ímóti vitanum, men vitin lýsir á leiðina, ið teir kunnu sigla.
Á sama hátt skulu vit vera sum ein viti fyri fólkunum, ið eru rundanum okkum. Vit skulu standa við síðuna og vísa fólkum á, hvar tey skulu ganga. Vit skulu ikki leiða tey til okkum, tí so verður ein samanstoytur, men vit skulu lata Guds ljós skína ígjøgnum okkum, so onnur síggja, hvat ið rætti vegurin er at ganga.