Vit bíða í spenningi
“Og eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!” (1 Mós 3,15)
Longu frá syndafallinum bíðaði menniskjað. Hesi orðini, sum Gud talar til slanguna, ið hevði freistað Evu og Ádam, ljóða ikki serliga jólalig, men tey vitna um ta væntan, sum hevur verið heilt frá byrjan.
Í adventini bíða vit eftir, at Jesus kemur. Og tað er ein frelsara, vit vænta. Men hetta fyrsta profetaorðið um Jesus fyrireikar okkum eisini uppá, at tað verður ikki uttan svørðslag, at freistarin verður feldur og menniskjað sett í frælsi. Avkom kvinnunar skal verða bitið í hælin. Prísurin, sum skal bøta fyri uppreisturin, verður eitt fullkomið lív í lýdni móti Gudi og orði hansara, mitt í einum syndafullum heimi, krýnt við líðing og pínu fyri alla syndina hjá allari mannaættini.
Tað skal meira enn eitt vanligt menniskja til at vinna ein so harðan bardaga. Tí var tað gott, at Gud sendi sín egna son til jarðar.
Vit eiga lut í uppreistrinum, men vit fáa eisini lut í frelsuverkinum, fyri einki, í og við trúnni á hann. Tí bíða vit við gleði og spenningi næstu vikurnar.
Takk Gud fyri Jesus!