Vit kenna “ókenda Gud”
Tá Paulus var á missiónsferð í Athen, var tað ikki lætt hjá honum at stilla seg fram at tosa um Gud. Tí Athenarar kendu ikki Jesus. Men Paulus visti, hvussu hann skuldi møta teimum har teir vóru. Hetta stendur skrivað í Ápostlasøguni 17, 23: “Tí at tá ið eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: «Ókunnum gudi.» Tað sum tit nú dýrka uttan at kenna tað, tað boði eg tykkum”.
Athenarir høvdu nógvar gudar, og teir høvdu eisini eitt altar fyri tí ókenda gudinum, sum teir bóðu til, soleiðis at teir ikki høvdu gloymt nakran. Tá Paulus so byrjar sína talu á kenda staðnum Areopagos, sum er ein heyggur beint undir Akropolis, so fangar hann athenbúgvar við at siga, at hann fer at tosað um tann Gudin, sum athenarar tilbiðja, men ikki kenna. Hetta er Gud, sum hevur skapað himmal og jørð og okkum øll. Tá so Paulus fortelur um, at Jesus doyði fyri okkara syndir og reis uppaftur, vóru tað nakrir athenarar, sum tóku við trúgv á Jesus. Ofta kann tað vera torført hjá okkum at møta menniskjum, har tey eru. Vit kunnu her læra av Paulusi, um hvussu vit kunnu møta børnum, ungum, familju, vinum og arbeiðsfelagum. Má Guð geva okkum vísdóm og styrki at vísa á Jesus og hansara fullgjørda verk.