Vit skulu vita, at vit eiga ævigt lív
Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guðs sonar. (1 Jóh 5,13)
Tá ið eg var heilt ungur og ivaðist í, um eg var frelstur ella ikki, so var hetta skriftorðið ein góð hjálp. Eg hoyrdi onnur vitna og siga, at tey vórðu frelst tá og tá. Fleiri kundu siga ein ávísan dag ella siga frá eini ávísari hending, tá ið Gud kallaði sera sterkt á tey, og at tey tá góvu seg yvir til Jesus og vóru frelst.
Eg hevði onga tílíka hending at vísa á. Eg hevði eina einfalda barnatrúgv, men tá ið eg vaks til, visti eg ikki heilt, um alt viðvíkjandi trúnni var í lagi hjá mær. Tá var millum annað hetta orðið í 1. Jóhannesarbrævið 5,13 ein góð hjálp. Eg hoyrdi ein talara leggja dent á hetta orðið, og tað hjálpti mær at hvíla í trúnni.
Hetta er eitt orð, sum eg grundi mína frelsuvissu á. Tað er ikki neyðugt, at eg skal hava livað eitt langt lív burtur frá Gudi og so venda við. Eins og Paulus og onnur. Tað er stórt hjá teimum, sum eiga tann vitnisburðin. Og haldi á at vitna fyri øðrum, at Jesu hevur broytt tykkara lív.
Men eisini eg og øll vit, sum meir ella minni altíð hava livað nær Gudi, vit skulu eisini vita, at vit eiga ævigt lív, um vit trúgva á Jesus. Legg merki til, vit skulu vita og ikki bara føla. At vita merkir á hebraiskum, at vit ásanna, skilja og kenna at so er. Tað er nakað, ið heldur.
Tað er trúgvin á Jesus, sum frelsir. At vit seta okkara álit á, at tað, sum skrivað stendur í Bíbliuni, heldur. At Jesus hevur fyrigivið okkum allar okkara syndir. Tað er nóg mikið.
Tí hevur Jóhannes og allir hinir rithøvundararnir í Bíbliuni, skrivað hetta. Vit skulu uppliva, at vit eiga ævigt lív í honum. Og tað kunnu vit vitna um.
Takk Jesus.