Andans fruktir

“Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald” (Gal 5,22).

Vit eru til basar í missiónshúsinum. Drigið verður, og í salinum ljóðar: “Næsti vinningur er ein frálík fruktkurv! Yviri við vinningaborðið lyfta tey upp eina stóra kurv við alskyns fruktum: Súreplum, bananum, drúvum, perum, kiwi, appelsinum, blommum. Sjokolátur stinga fram her og har. Klárt plast er lagt um alla kurvina. Við reyðari sloyfu í toppinum.

Eitt nummar verður rópt upp. – Her, verður svarað í salinum. Og vinningurin lendir á einum av borðunum. Eftir basarin fer ein eydnusælur vinnari heim við sínum vinningi: Ein frálík fruktkurv!

Í Galatabrævinum 5 lyftir Paulus fram eina aðra fruktkurv. Við níggju deiligum fruktum. “Andans fruktir” kallar hann tær: Kærleiki, gleði, friður…..

Hvat slag av fruktum eru hesar?

Andans fruktir vaksa fram í lívinum hjá einum sonnum kristnum.

Liva vit í ljósinum, liva vit við kraftkelduna, liva vit í trúnaðarsamveru við Jesus, fara Andans fruktir at koma til sjóndar í gerandislívinum. Sum súreplatræið í urtagarðinum ber frukt um heystið, fer eisini kristnilívið at bera ávøkst fyri Gudi.

Eingin ídnaðarfyritøka kann framleiða frukt. Ei heldur kann eitt menniskja framala Andans frukt við egnari kraft.

Frukt er altíð úrslit av einum lívi, sum verður livað.

LES EISINI  Fríkendur av Gudi

Munur er á Andans fruktum og Andans gávum.

Í undanfarna broti skrivaðu vit um Andans gávur: Náðigávurnar.

Hesar eru gávur, sum Gud gevur einum kristnum heilt óuppborið. Óheftar av hvussu leingi tú hevur verið kristin, ella hvussu nær tú livir Jesusi í gerandisdegnum. Náðigávur kunnu ongantíð siga, hvussu langt tú ert komin í kristnum vøkstri og kristnari menning. Tær eru ongantíð løn fyri eitt væleydnað kristnilív.

Øðrvísi er tað við Andans fruktum. Tær siga nakað um, hvussu vit liva sum kristin í gerandisdegnum. Fruktin veksur fram sum úrslit av okkara dagliga lívi við Gudi.

Spyrt tú teg sjálvan, hvussu langt tú er komin sum kristin, skalt tú ongantíð hyggja eftir, hvørjar náðigávur tú hevur. Tú skalt spyrja, um Andans fruktir eru at finna í tínum kristnilívi.

Andans frukt er tað øvuta av holdsins gerningum.

Í sama kapittuli, sum Paulus skrivar um Andans gávur, skrivar hann eisini um holdsins gerningar: “Men holdsins verk eru opinlýs, og tey eru: ólevnað, óreinskapur, ólíkligskapur, skurðgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, meinhugi, vreiði, illfýsni, tvídráttur, ósemja, øvund, drykkjuskapur, fyllskapur og annað tílíkt; og um hetta sigi eg tykkum frammanundan, líkasum eg áður havi sagt, at teir, sum slíkt gera, skulu ikki arva Guds ríki” (Gal 5,19-21).

LES EISINI  JESUSVEGURIN

Holdsins gerningar eru sjónlig úrslit av tí at liva burturi frá Gudi. Teir eru eitt ítøkuligt úrslit av menniskjans syndugu natúru.

Men í einum kristnum býr Heilagi Andin. Hann hevur fingið eitt nýtt lív frá Jesusi. Eisini hetta lívið setir varandi spor í gerandislívinum: Andans fruktir!

Her síggja vit, hvussu týdningarmikið tað er, at vit geva tí andaliga lívinum nøring og vakstrarmøguleikar!

“Men eg sigi: Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins” (Gal 5,16).

Fá tær stundir at lesa alt Galatabrævið 5 í dag. Sum andaligan mat. Og sum andaliga vegleiðing.

 

Til umhugsanar….

Andans fruktir verða ofta kallaðar “kristuseginleikar”.
Andans gávur verða kallaðar “kristusevnir”.
Hvussu vilt tú lýsa tílíkar málberingar?  

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina