Augsburgska trúarjáttanin IV: Rættvís/ur í Guds eygum
Hvønn leygardag næstu tíðina gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Fjórða grein í røðini snýr seg um rættvísgerðina.
“Somuleiðis læra tey, at menniskju verða ikki rættvísgjørd fyri Gudi við egnum mátti, heiðri ella gerningum; men tey verða rættvísgjørd við trúnni fyri einki, tá ið tey trúgva, at tey verða náðað og fáa syndanna fyrigeving fyri Krists skuld, sum við deyða sínum gjørdi fulnað fyri syndir okkara. Hesa trúgv kannar Gud teimum sum rættvísi” (4. grein: Um rættvísgeringina).
Onkur kennir møguliga hetta frá møtum ella gudstænastum: ”Tú skalt einki gera fyri at verða frelstur, tú skalt bara…” Og síðan kemur okkurt, ein kortini skal gera. Tað kann vera, at ein skal reisa seg og vitna, ella at ein skal merkja Guds frið innaní, ella ein skal geva sítt ’ja’ og so framvegis. Men tað, sum Paulus vil vísa okkum á í til dømis Rómverjabrævinum 3 og 4, er nakað heilt annað – ja, ein heilt annar vegur.
Náðin
Hann vil vísa á, er at eingin hevur nakran fyrimun. Ikki jødarnir, sum høvdu góðar gerningar at bera fram – ikki grikkar, sum hugsaðu stórar tankar – ikki rómverjar, sum høvdu stóra hernaðarliga snildi – og heldur ikki føroyingar, sum eru uppfostraðir í einum kristnum landi. Eingin av okkum hevur nakran fyrimun, tí vit hava øll syndað.
Og síðan kemur hesin fantastiski boðskapurin til okkara: ”hann vil ikki, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar” (2 Pæt 3,9).
Gud vil, at vit øll mega verða bjargað. Gud læt sín son doyggja á Golgata og líða ta glatan, sum vit høvdu uppiborið, ístaðin fyri okkum.
Frelsan, sum Gud veitir okkum, er av náði – altíð av náði. Tað merkir, at vit kunnu ikki reypa okkum av okkara góðu gerðum og hugsanum. Vit kunnu ikki frambera ein góðan uppvøkstur. Vit kunnu ikki framhevja fyri Gudi, at vit eru úr eini kristnari familju. Tað einasta, sum hevur nakað at siga, er Guds náði.
Fyri øll
”…hann er bót fyri syndir okkara; tó ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndirnar í øllum heiminum” (1 Jóh 2,2).
Tá ið Kristus doyði á krossinum, tá var tað ikki bara fyri tey, sum høvdu skikkað sær best, ella tey, sum høvdu størst trúgv – nei, hann doyði fyri alla heimsins synd.
Tá ið Kristus á krossinum rópti: ”Tað er fullgjørt!” so var tað ikki bara fullgjørt fyri tey bestu, tey vakrastu, tey hvítastu, tey mest luthersku… nei, tá var tað fullgjørt fyri øll.
Sáttargerðin er, at eitt offur er framborið. Øll menniskju høvdu syndað, eingi undantøk vóru. Tí bar Gud eitt offur fram, legði tað á altarið og ofraði tað sum sóning fyri okkara skuld. Kristus varð ofraður, krossfestur, fyri mína synd.
Í jødadóminum var vanligt, at man ofraði synda- og skuldaroffur sum sóning fyri sínar syndir. Eitt sovorðið offur var Jesus; men enn meira. Hann var tað ofrið, sum hini fyrru ofrini høvdu peikað fram ímóti. Hann var hitt endaliga og fullkomna ofrið. Við honum var sóningin fullførd med alla. Tí er tað, at Paulus kann siga, at við trúgv verður tú rættvísgjørdur.
Rættvísgeringin
Men rættvísgering er ikki tað sama sum sáttargerð. Sáttargerðin er fyri øll. Hon er endalig og liðug. Rættvísgeringin er eisini fyri øll; men ikki øll verða rættvís.
Jesus doyði fyri alla heimsins synd; men ikki øll verða frelst. Bert tann, sum trýr, verður frelstur.
Og nú eru vit aftur í byrjanini: ”Tú skalt einki gera fyri at verða frelstur, tú skalt bara…” Trúgva? Soleiðis kann tað ikki setast upp, tí hetta sigur, at vit kunnu finna, ella í hvussu er framelska trúnna úr okkara egna hjarta; men tað kann ikki lata seg gera.
Hvat so? Jú, tað er, at Gud stendur við okkara lið og bjóðar okkum eina gávu. Hann sigur: ”Her er frelsan, her er rættvísgeringin! Tú ert ikki rættvísur og reinur í tær sjálvum; men nú bjóði eg tær rættvísið hjá soni mínum, vilt tú hava tað?” Hvat gert tú, tá ið ein bjóðar tær eina gávu á tínum føðingardegi? Stillar tú teg eina løtu og hugsar um, hvat tú skalt svara? Hugsar tú: ”skal eg siga nei, ella skal eg siga ja?” Nei, antin sigur tú nei takk, av einari ella aðrari løgnari orsøk – ella tekur tú bara ímoti gávuni. Tú skalt ikki veruliga taka teg saman fyrst!
Somuleiðis er kristna trúgvin. Hon er ikki eitt stórt ja, ella ein fantastiska góð avgerð – nei, hon er bara at taka ímóti tí gávu, sum Gud bjóðar.
Og hendan gáva er trúgvin, sum ger meg og teg rættvísan fyri Guds dómstóli. ”Eg eri rættvísur, tí at eg tók ímóti tí gávu, sum Gud bjóðaði mær í sáttargerðini!”