Augsburgska trúarjáttanin IX: Kvøldmáltíð Harrans
Hvønn leygardag gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Níggjunda grein í røðini snýr seg um breyðbrótingina ella kvøldmáltíðina.
“Um kvøldmáltíð Harrans læra tey, at likam og blóð Harrans av sonnum eru har og verða givin teimum, ið njóta kvøldmáltíð Harrans; og teimum líkar illa tey, ið læra øðrvísi” (10. grein).
“Báðir lutirnir í sakramentinum verða í kvøldmáltíð Harrans givnir leikfólkinum, tí at hesin siður er í samsvari við fyriskipan Harrans: “Drekkið allir harav,” Matt. 26,27. Her skipar Kristus týðiliga fyri, at øll skulu drekka av kalikinum” (úr 22. grein).
Veruliga Jesu likam og blóð
Eg kendi einaferð ein, sum fyri kortum var komin til trúgv. Eitt, sum hann hevði tað ógvuliga torført við, var at fara til altars. Hann kláraði ikki rættiliga tankan um, at hann skuldi eta og drekka Jesu veruliga likam og blóð.
Hví kunnu vit ikki bara vera nøgd við at hava eina myndaliga áskoðan á altarborðið? Hví kunnu vit ikki bara siga, at breyðið og vínið bert eru tekin og ikki meir? Tí at Jesus sjálvur sigur, tá hann innsetur altarborðssakramentið: “Hetta er likam mítt… hetta er blóð mítt!”
Hvønn týdning tað hevur, at tað veruliga er hansara likam og blóð, kemur fram, tá vit hugsa um, hvat sakramentið ger. Tað veitir náði! Tað veitir fyrigeving!
Grundin til, at tað er eitt sovorðið andaligt ríkidømi knýtt at altarborðinum, er, at tað veruliga er Jesu likam og blóð.
Tað er veruliga tað likamið, sum varð krossfest á Golgata; og tað er veruliga tað blóðið, ið rann av krossinum sum sóning fyri heimsins skuld, sum vit drekka av, tá ið vit eru til altars. Tá vit eta og drekka av hesum, gera vit tað til syndanna fyrigeving, sum Jesu lyfti til okkum er.
Tvey gomul misbrúk
Av eini ella aðrari orsøk varð tað so í miðøldini, at bert prestarnir kundu drekka blóðið við altarborðið. Tað var sum um, at tað var ov heilagt til vanliga kirkjufólkið; men hetta var ein vanvirðislig misskiljing. Blóðið er sóning fyri alla heimsins skuld, og hvør tann, sum hevur játtað syndir sínar og trýr á Guds náði, hevur rætt til at njóta tað, sum knýtt er at hesum blóðinum.
Ein onnur miskiljing, sum helst eisini kom fram í miðøldini, ella kanska fyrr, og enn verður brúkt nú á døgum, er sokallaðar prosessiónir. Eitt lið av fólki ganga aftaná einum presti, ið ber Jesu likam framman fyri sær, sum á einum hásæti. Meiningin er at heiðra Jesus, sum veruliga er til staðar. Kongurin verður soleiðis heiðraður. Men hetta er ikki meiningin við sakramentinum.
Eitt annað tílíkt, sum fólk eisini brúktu/brúka sakramentið til, er at vælsigna ymiskar lutir, eitt nú avgrøði; men heldur ikki hetta er endamálið við sakramentinum. Signingin í sakramentinum er ikka ætlað øllum skaparverkinum, men bert teimum trúgvandi.
Endamálið við altarborðinum
Endamálið er at veita náði og fyrigeving! Endamálið er at fáa krossarboðskapin “inn undir húðina”. Grundleggjandi var altarborðið fyrst og fremst ætlað sum ein náðimiðil til Guds kirkjulið/samkomu.
Men eitt annað eyðkendi eisini altarborðið; tað var kærleiksfelagsskapurin.
Nógv bendir á, at upprunaliga var ein felagsmáltíð fyri kirkjuliðið, og í sambandi við tað varð eisini boðið til Harrans borð (sí t.d. 1 Kor 11 og Jud). Hesa síðu áttu vit nú á døgum helst at givið okkum stundir til; hvussu tað eigur at verða gjørt, veit eg ikki ordiliga. Men á ein ella annan hátt gera eitthvørt fyri at styrkja felagsskapin og kærleikan millum tey trúgvandi.
Undir øllum umstøðum vitnar mátin, vit hava altargongd, um, at ein grundleggjandi felagsskapur er hugsaður við. Vit falla á knæ framman fyri altarið í einum hálvum ringi! Hví er tað ein hálvur ringur? Hví ikki eitt rað, ella ein heilur ringur? Tí hugsanin er, at vit hava samfelag hvør við annan; og tey deyðu, sum longu eru heima hjá Gudi, sita til borðs við Kristi og fáa part í hansara náði.
Sakramentið er ein náðimiðil, sum er ætlaður okkum til troystar og trúarstyrki. Hetta gekk eisini upp fyri persóninum, sum eg nevndi fyrst í greinini. Hann sá, at hóast tað tyktiskt løgið, og kanska eisini barbariskt, so var tað fyri náðinnar skyld, at tað var soleiðis. Vit eta Jesu likam og drekka hansara blóð til fyrigevingar syndanna. Jesus segði jú sjálvur um sakramentið: “Takið, etið; hetta er likam mítt.” Og hann tók ein kalik og takkaði, gav teimum og segði: “Drekkið allir úr honum; tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum til fyrigevingar syndanna” (Matt 26,26-28).