Barnakonuklinikkirnar í Texas biðja kirkjurnar um hjálp

Seinasta ár setti amerikanski staturin, Texas, í gildi, strangastu fosturtøkulóg í USA. Lógin verður áhaldandi kjakast um. Reist er ákæra ímóti hesi lóg til tess at fáa hana setta úr gildi. Í løtuni er lógin framvegis í gildi. Lógin ger tað revsivert at medvirka fyri fríari fosturtøku, um tað kann staðfestast, at hjartað slær; í roynd og veru umleið seks vikur aftaná barnið er gitið. Hjá mongum kvinnum merkir hetta, at tá ein kvinna varnast, at hon er við barn, er tað vorðið ov seint at fremja fosturtøku.

Flest allar barnakonuklinikkir í Texas verða drivnar av kristnum felagsskapum. Ein barnakonuklinikk fremur onga fosturtøku. Hon verður framd á eini  fosturtøkuklinikk ella á einum sjúkrahúsi. Ístaðin hjálpa føðiklinikkirnar kvinnum, ið onga heilsutrygd hava við gitnaðarkanningum, ultraljóðkanningum, ráðgevingum og samtalum.

Beint aftaná, at nýggja lógin kom í gildi, var klinikkin yvirrend av óttafullum kvinnum, ið hildu seg verða við barn.

-”Áður sóu vit tey í sættu – áttundu viku,” sigur Tonya Thomas við miðilin, Christianity Today; hann er stjóri á klinikkini Pregnancy Help 4 U, og heldur fram: ”Nú síggja vit, at konur, ið komnar eru í fjórðu viku – beinan vegin tær halda, at tær skuldu hava teirra mánasjúku; tær vita, at tíðin er altavgerandi.”

LES EISINI  Fosturtøka: Nú mugu kirkjurnar taka ábyrgd

Fleiri leiðandi starvsfólk á ymiskum barnakonuklinikkum, siga við miðilin, Christianity Today, at fleiri av kvinnunum, ikki bara vitja hagar fyrr; tær eru eisini fíggindaliga sinnaðar. Tær hava skund og ynskja ikki samtalu. Tær eru bert áhugaða í eini skjótari ultraljóðskanning.

Kirkjurnar muga veita hjálp

Eisini áðrenn lógin kom í gildi, var ógjørligt hjá fátækum kvinnum at fáa fosturtøku í Texas. Í øllum Texas stati eru bara umleið tjúgu klinikkir, ið vilja fremja fría fosturtøku. Á øllum hinum mugu tær gjalda. Bara ein læknaviðtala, kostar meira enn 600 danskar krónur.  Síðani skal gjaldast fyri kanningar og viðgerðir. Mangar kvinnur hava ikki ráð at gjalda fyri hvørki eina fosturtøku ella at føða.

Barnakonuklinikkirnar hava tí, í burðartíðini stuðlað hesum kvinnum. Tonya Thomas frá Pregnancy Help 4 U greiðir frá eini kvinnu, ið ongar møguleikar hevði at gjalda føðiklinikkini, vendi sær til føðidepilin um hjálp:

– Okkara løgfrøðingur spurdi síðan, um hon hevði umhugsað ættleiðing; men tað hevði hon ikki, fortelur Thomas. – Hon hevði bókstaviliga trúð, at fosturtøka var einasta loysnin, men vit kundu upplýsa henni um ættleiðingarmøguleikar.

LES EISINI  Hvat er hitt ófødda?

Thomas og hennara lagsfelagar hava sum mál at tryggja kvinnum, ið koma á klinikkina góða viðgerð og kenna, at tær verða væl ansaðar, og at klinikkin ongan vinning hevur av teirra vitjan. Hon vónar, at Guds kærleiki lýsir yvir samtalurnar á klinikkini, eisini tá tað snýr seg um samtalur við kvinnur, ið hugsa sær at royna fosturtøku. – Málsviðgerin roynir fyrst av øllum at sissa og veita einihvørji kvinnu at finna frið og ró og hugsa um fyrst av øllum um egnu heilsu sína – og síðani at verja lívið hjá ófødda barninum.

Tá ið kirkjurnar gerast sjónligar, ger tað góðan mun. Tað sigur Erika S. við Christianity Today, sum fyri tveimum árum síðan fór at hitta Thomas og hennara felagar á klinikkini. Hon var komin at ytsta markinum av búskaparligari strongd, nú hon varnaðist, at hon var við barn og hugsaði sær í stundini at biðja um fosturtøku.

”Tey tosaðu við meg, bóðu fyri mær og fingu meg at kenna, at alt fór at laga seg,» sigur Erika S. í einum telefonpráti.

Stuðulin fekk Eriku at halda fram at ganga við barninum til tað var fullborið. Stutt eftir beyð ein nærindis kirkja at gjalda allar læknarokningar og at syrgja fyri øllum tí neyðuga, barninum tørvaði fyrstu mánaðirnar.

LES EISINI  Seks hættir at vísa virðing fyri mannalívinum   

”Eg veit ikki, hvussu støða mín hevði verið uttan teirra hjálp,” segði Erika. S. ”Hugsi mær, at fosturtøka hevði verið einasta loysnin… so eg vóni, at fleiri føðiklinikkir opna seg og gera sum henda.

Alt fleiri statir í USA hava ætlanir um at gera fosturtøkulógir sum tann í Texas. Leiðarar á barnakonuklinikkum siga, at skal tað henda, so mugu kirkjurnar gera seg til reiðar at sýna ábyrgd og gera felagsavtalur saman við kvinnum sum Eriku.

Okkum nýtist kirkjum, ið sýna teirra trúgv í verki og eisini eru til reiðar við búskaparhjálp, so at tær mongu kvinnur, ið ikki hava havt ætlanir um at gerast við barn, fáa hjálp og stuðul til at ganga tíðina út, og taka sær av barninum aftaná.

Samstundis standa barnakonuklinikkir í Texas klárar og bíða eftir kvinnum, ið tørva gitnaðarkanningar, ultraljóðkanningar, andligar vegleiðingar, likamligan stuðul og vissu um, at tær kunnu geva barninum eitt gott lív hóast vánaligar umstøður.

CFM hevur skrivað, Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina