Borgarstjóravalevni í London: Kristin í Bretlandi verða forfylgd

– Fólk siga slíkt við okkum, sum tey ikki høvdu sagt við fólk uttan nakra trúgv ella sum høvdu eina aðra trúgv, sigur kristna konservativa valevnið til borgarstjórastarvið í London.

48 ára gamli Shaun Bailey heldur uppá, at kristin í Stórabretlandi eru fyri so stórum mismuni, at tað eigur at metast sum forfylging.

Shaun Bailey hevur tosað við forsætismálaráðharran um málið. Hann stillar sjálvur upp sum mótvalevni til núverandi borgarstjóran, Sadiq Khan. Shaun Bailey hevur í síni politisku yrkisleið higartil ofta tosað um sína kristnu trúgv, men nú óttast hann fyri, at hon fer at verða brúkt ímóti honum í stríðnum um borgarstjórasessin.

– Vit verða forfylgd fyri okkara sjónarmið. Fólk siga slíkt við okkum, sum tey ikki høvdu sagt við fólk uttan nakra trúgv ella sum høvdu eina aðra trúgv. Eg haldi, hetta er tí, at vit verða mett at vera ein rótfest trúgv, og tí halda fólk, at tey hava loyvi at siga soleiðis, sigur Shaun Bailey.

LES EISINI  World Watch List - Somalia

Hann sigur, at eisini mong kristin uppliva misjavna millum tað, onnur kunnu siga um tey, og tað, sum tey sjálv kunnu siga um onnur.

– Eg ætli mær at náa embætinum, men fólk fara at brúka mína trúgv til at rógva framundir, at eg ikki eri nóg kosmopolitiskur, at eg ikki eri fevnandi ella okkurt tílíkt. Men eg ivist í, um tey vilja gera tað sama mótvegis onkrum, sum onga trúgv hevur ella hevur eina aðra trúgv. Eg stúri fyri tí, tí vit skulu gjarna hava loyvi til at hava okkara sannføring, sigur Shaun Bailey.

Fyribils er Sadiq Khan, sum er muslimur og valevni fyri Labour, mettur at hava besta møguleika til enn eitt valskeið sum borgarstjóri, tá íbúgvarnir í London skulu velja í mai.

Shaun Bailey hevur fingið atfinningar fyri útsagnir um kristnan etikk. Í einum faldara hevur hann eisini sagt, at tað er lættari at integrera svørt kristin enn muslimar og hinduar í samfelagnum, tí tey svørtu kristnu hava fleiri felags virðir við teir hvítu bretarnar enn fólk frá øðrum átrúnaðum.

LES EISINI  Nigeria: Bíbliutýðingar til 250 mál skulu byrja innan eitt ár

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina