Børn lærdu um Gud við royndum

Á eini barnagleðidegi á Sædding Efterskole fingu børnini eina fatan av, at tey kunnu læra nakað um Gud gjøgnum vísindina. Har lærdu tey um Gud við at gera royndir við eitt nú eplamjøli.

”Tað hevur stóran týdning, at børn longu frá ungum árum læra, at Gud hevur skapað alt og er aftanfyri alt, vit síggja og kenna.

Hetta sigur Bodil Black, lærari um hugtakið: ”Science og Gud”, sum var viðgjørda evnið á barnagleðidegnum á Sædding Efterskole.

Hon veit frá sínum egnu børnum uppá 10 og 12 ár, at tað ikki er náttúrligt fyri danskar skúlanæmingar at hugsa um Gud.

Í fólkaskúlanum, har tey ganga, standa tey í valinum millum vísindina og Gud. Tí hava vit tikið á okkum at vísa á og greiða teimum frá, at hesi bæði ikki eru mótsetningar, men at vísindin í veruleikanum  kann nýtast at siga nakað um Gud.

Vit vilja fegin siga børnunum frá, at alt tað, sum hendir í náttúruni er meira enn tilvild. At tað er Gud, sum hevur lagt eitt innbygt ur í snjóklokkurnar, so tær koma upp, hóast tað er frost og sum somuleiðis hevur givið fuglunum ein Gps, so teir finna vegin fram, tá teir flyta seg úr stað í stað.

Fysikroyndir vístu samanhang í skapanarverkinum
Bodil Black undirvísir á Sædding Efterskole og saman við starvsfelaga sínum, Mads Eriksen, sum m.a. undirvísir í alisfrøði, skipaði hon fyri barnagleðidegnum.

Tey høvdu bjóðað børnum í aldrinum 3 – 10 ár, og skúlin var fullur av glaðum og virkisfýsnum børnum, sum í flestu førum komu frá barnaklubbum í Vesturjútlandi.

Dagurin byrjaði við eini andakt, har ein av alisfrøðilærarunum nýtti eina ballón til at lýsa Heilaga Andan. So vóru nógvir postar, sum næmingarnir á skúlanum tóku sær av við ymsum spølum og alisfrøðiroyndum, har næmingarnir fingu merkt og roynt nakað av tí samanhangi, sum er í skapanarverkinum.

Gud hevur eisini tikið sær stundir at skapa meg
«Eitt av spølunum varð eisini nýtt til at læra børnini nakað um trúnna á Gud,» sigur Bodil Black.

«Tey skuldu her blanda eplamjøl og vatn til eina samanhangandi vesku, har tey sóu, at tað er neyðugt at vera í rørslu, um ikki alt skal stívna. Á sama hátt má eisini trúgvin vera í rørslu, um hon ikki skal doyggja.

Á einum øðrum posti skuldu næmingarnir læra ein nýggjan sang, ið ikki var lættur at læra, men sum hevði ein góðan boðskap. Tað, at hann varð trupul at læra gjørdi, at tey máttu endurtaka hann fleiri ferðir, men so lærdu tey eisini sangin rættiliga væl og somuleiðis tann góða boðskapin, sangurin hevði.

Børnini hildu tað vera sera spennandi
Bodil Black vil ikki lýsa seg sjálva sum vísindaliga sinnaða, men tað var kortini hon, ið kom við hugskotinum at taka hetta evnið upp.

Hetta kemst av, at eg havi búð í USA í nøkur ár. Her helt kirkjan hvørt ár ein bíbliuskúla í eina viku fyri børn, og eitt av hesum evnum var “Science”. Har sá eg, at mong børn hildu tað vera sera spennandi og stuttligt og so lærdu tey samstundis at síggja samanhang í tingunum. Hetta hugsaði eg, eg vildi royna við donskum børnum, og tað vísti seg at rigga væl, hóast tey smærru børnini høvdu eitt sindur trupult við at fylgja við.
Tro & Mission: Kaja Lauterbach

LES EISINI  Hvør kennir best teg?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina