Drotningin sum kendi kong sín

Sum konstitutionelt kongsveldi kundi drotning Elisabeth II ikki føra fram hennara egnu hugsan. Ongin visti, hvønn politiskan flokk, hon stuðlaði, ella hvør var hennara yndis forsætisráðharri av teimum 15, sum tæntu undir hennara 70 ára tíðarskeiði, ella um hon var fyri ella ímóti Brexit. 

Tað er sostatt týdningarmikið, at hennara hátign í hennara 70 ára tíðarskeiði sum drotning bert skrivaði fororð til eina bók. Bókin varð givin út av Bíbliufelagnum til hennara 90 ára hátíðarhald í 2016, og hon fekk heitið: The Servant Queen and the King She Serves(Tænaradrotningin og kongurin, hon tænir.)

Henda grein er ein stytt útgáva av eini grein, sum Carl Laferton skrivaði og sum upprunaliga kom út á tgc.org

Orð í milliónatali fara at verða skrivað um drotningina komandi dagarnar. Nógv teirra eru óivað væl fyrireikað frammanundan. Men sama hvussu snøgg og væltalað orðini enn eru, so er tað óhugsandi, at nøkur lovprísan fer at lýsa hana betri enn heitið á hesi bók. Hóast hon var sitandi drotning, so visti hennara hátign altíð, at hon hevði ein sjálvstøðugan og frælsan kong, og at hann elskaði hana, doyði fyri hana, hevði fyrigivið henni og nú kallaði hana til at liva eitt lív í kærleikans tænastu sum svar. Hon var kanska ein drotning, men hon sá seg sjálva fyrst og fremst sum eitt mál fyri kærleika og vegleiðing hjá konganna Kongi. ”Menniskju í milliardatali fylgja Kristi læru og finna í honum livandi ljósið fyri teirra lívi,” segði hon einaferð. ”Eg eri ein teirra.”

Tænasta, ikki sjálvaktualisering

Tann reglan var úr einum av jóladagstalunum hjá drotningini, har tann fyrsta varð hildin sum útvarpsrøða í 1952. Røður hennara verða nú sæddar í sjónvarpi av milliónum í Commonwealth londum um allan heim. Tað var møguleiki hennara fyri, so sum konstitutionella støða hennara loyvdi hesum, at tosa um sína trúgv og eggja sínum ríkisborgarum at umhugsa Kristus.

LES EISINI  Stúran

Tá vit settu saman eina bók fyri børn um trúnna hjá drotningini fyri at halda platinhátíðarhald hennara, var tað serstakt at hoyra, hvussu ofta hon tosaði um Jesus. Í 2012 minti hon okkum á, at ”hetta er tann tíðin á árinum, har vit minnast, at Gud sendi einkason sín til okkara fyri at tæna, ikki fyri at verða tæntur,” bæði fyri at frelsa okkum og sum eitt dømi fyri okkum. Hon fylgdi hesum fyridømi. Í okkara tíð, har skyldan ikki longur er frammi, og har ”tað at vera trúgvur ímóti tær sjálvum” er vorðið nýggja mantra’ið fyri eitt heilt ættarlið gekk hon avgjørd í eini heilt aðrari takt. Lív hennara var í tænastu, ikki í sjálvrealisering.

“Í okkara tíð, har skyldan ikki longur er frammi, gekk hon avgjørd í eini heilt aðrari takt. Lív hennara var í tænastu, ikki í sjálvrealisering.”

Hennara hátign møtti menniskjum í milliónatali. Men í øllum teim upptøkum, ið fara at rulla yvir skíggjarnar í komandi døgum, mást tú leggja til merkis, at hon altíð var umhugsin yvirfyri tí persóni, hon hevði framman fyri seg. Hon sá aldri út til at hava skund at koma framvið honum ella henni. Tað tyktist, sum var tað uttan týdning, hvørt hon tosaði við ein forseta ella ein arman mann. Hon kundi lættliga havt notið tað ríkidømi og tign, hennara støða gav henni. Staðin vísti hon okkum eitt lív í samvitskufullari tænastu fyri onnur, eitt lív, ið fer við hvørjum menniskja við sóma og virðileika, sama hvør samfelagsstøðan var. Við hesum gav hon okkum eitt brá av honum, ið fór frá ríkidømi himinsins og gjørdi seg sjálvan til einkis, við tað at hann varð føddur í líki av einum tænara og gav alt, hann hevði, fyri at tæna fólki sínum.

LES EISINI  Góðir vanar fyri 2022

Vegvísari til ævinleikan

Eins og drotning Elizabeth var vinalig, avgjørd og við einum tænandi hjarta, so vísti hon eisini bretum tað vælsignilsi tað er at liva undir einum góðum drotti. Hon vísti til tann sannleika, at mannaættin varð skapað til at njóta lívið undir einum almáttugum, altvitandi og altíð góðum og eymum drotti, sum (eins og drotningin) ikki letur við seg koma av meiningarkanningum og aldri noyðist at stilla upp til eitt val, og hvørs vald og myndugleiki ikki er treytað av eini meirilutahugsan. Menniskju eru mest eydnurík undir einum lýtaleysum drotti.

Trupulleikin, sum drotning Elisabeth eisini viðurkendi, er, at ein slíkur leiðari ikki er til í hesum heimi. Undurrið, sum drotning Elisabeth eisini viðurkendi er, at ein dag fer hin lýtaleysi drotturin at koma – tá HANN kemur í skýnum.

Deildur menniskjaleiki, deild frelsa

Eitt av teim mest óhugsandi vinaløgum síðstu hálvu øldina má næstan vera vinalagið millum drotning Elizabeth og Billy Graham. Av bakgrund, mentan, stætt og kalli kunnu tey ikki hava verið meira ólík. Kortini nutu hvør teirra samveruna, og tá ið Graham kom til Stórabretlands á hansara krossferðum, bjóðaði drotningin honum altíð at vitja seg, prædika fyri seg og verða verandi har til miðmála fyri at tosa um skriftstaðið. Í síni sjálvsævisøgu, ”Just as I Am”, greiddi Graham nærri frá um ein av hesum miðmálum, har hann segði henni frá, at hann ikki hevði verið vísur í, hvat brot, hann skuldi velja, men at so hevði hann gjørt av at prædika um grøðingina av manninum við Betesda hylin úr Jóhannes 5.

LES EISINI  Tak ímóti avmarkingum sum eini gávu

        “Eins og drotning Elizabeth var vinalig, avgjørd og við einum tænandi hjarta, so vísti hon eisini tað vælsignilsi tað er at liva undir einum góðum drotti.”

”Eygu hennara,” skrivaði hann, ”glitraðu, og hon strálaði av ovurhuga … ”Júst hatta hevði eg ynskt, tú valdi!” brast útúr henni. ”Tað er mín yndissøga.” Aftur er tað trupult at ímynda sær tvey so ymisk menniskju – ein kryplingur í heili 38 ár uttan nakran at hjálpa sær og eina drotning í mong áratíggju við hópin av tænarum. Men hann hevði tørv at hoyra Jesu orð um grøðing og frelsu, og tað hevði hon eisini. Hesar seinastu mánaðirnar hevði drotningin havt nakað av ”flytføristrupulleikum”. Men ikki í dag. Ikki nú. Tí monarkurin var eisini ein systir, og sum vit koma at síggja aftur, standandi á føstum beinum frammanfyri trúnuna hjá tí kongi, hon kendi, elskaði og tænti.

Takk, tygara hátign, fyri langa og drúgva tænastu. Takk, tygara hátign, fyri at minna okkum á, at til er ein uppaftur størri Harri og Drottur. Takk, tygara hátign, fyri mátar tygara at vísa okkum til Jesus.

Edvard Poulsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina