Eftir 18 mánaðir í fongsli: – Gud er størri enn hatrið og beiskleikin
JEMEN: Eftir 18 mánaðir í fongsli, er kristni indiski presturin Tom Uzhunnalil latin leysur.
Tann 4. mars í 2016 varð eitt ellisheim í sunnara parti av Jemen álopið av einum bólki av víðgongdum muslimum. Ellisheimið varð leitt av Missionaries of Charity, einum kristnum felagsskapi, sum varð stovnaður av Móðir Theresu. Indiski Tom Uzhunnalil starvaðist sum prestur á staðnum, áðrenn hann varð rændur. Í 18 mánaðir sat hann í fongsli, og har lærdi hann nakað ávíst: Bønarinnar megi. Gjøgnum bønina hevur Uzhunnalil lært, at Gud er størri enn hatrið og beiskleikin.
– Bønin er tað størsta, Gud hevur givið okkum. Tað var ikki vegna mína persónligu styrki, at eg megnaði at koma ígjøgnum tað, sum mær hevur verið fyri. Men takkað verið bønunum hjá øllum teimum, sum hava biðið fyri mær.
Meðan eg sat í fongslinum, bað eg Gud um, at hann mátti sleppa mær leysum skjótt, men eg bað eisini um, at hann vildi geva mær náði til at fullføra ta uppgávu, sum hann hevði ætlað mær, sigur Uzhunnalil.
Fleiri fólk vórðu dripin í samband við álopið á ellisheimið. Fýra nunnur, tvey starvsfólk og átta eldri búfólk lótu lív, meðan Uzhunnalil varð skryktur útum, og varð spurdur um hann var muslimur. Hann segði, at hann var kristin. Síðani varð hann blakaður inn á baksetrið í einum bili, sum koyrdi avstað við honum. Hesar 18 mánaðirnar varð hann fluttur fimm ella seks ferðir, uttan at hann nakrantíð visti, hvar hann var.
– Teir tóku alt frá mær, og eg fekk sera lítið at eta og drekka. Eg bað fyri mínum ránsmonnum, og takkaði Gudi fyri tað lítla av góðsku, sum teir kanska høvdu í hjartanum. Eg hvørki hati teir, ella eri beiskur móti teimum í dag. Tøkk fái Gud fyri tað, sigur Uzhunnalil.
Kelda: forfulgt.dk