– Eg havi hildið lyftið

Johannes er ein av dagligu gestunum á sjómansheiminum í Nuuk. Ja, hann hevur vitjað inn á sjómansheimið hvønn dag, tað hevur ligið fyri, síðani heimið lat upp í 1969, og onkuntíð fleiri ferðir um dagin. Har keypir hann sær ein drekkamunn, sum hann ofta nýtur saman við nøkrum vinum, meðan prátað verður um fiskiskap og annað.

Sjómansheimið selur ikki rúsdrekka, og tað er Johannes fegin um. So greiðir hann frá:

– Tíverri var nógv rúsdrekka í mínum barnaheimi. Eg vaknaði ofta um næturnar av larmi og upplivdi, at pápi sum drukkin rópti og var harðligur við mammu. Tann ótti og ótryggleiki, tað hevði við sær, gjørdi, at eg sum 3-4 ára gamal tók ta avgerð, at eg ongantíð skuldi nýta alkohol ella roykja. Tað lyftið havi eg hildið. Tað sigur 71 ára gamli garvaði útróðrarmaðurin Johannes Heilmann í Nuuk.

– Lívið hevur ikki verið “lige ud ad landevejen”, og ofta hevur brotið í bæði borð, men ongantíð havi eg flýggjað inn í rúsdrekka ella til annan rús. Míni børn skuldu ikki í sínum barnaheimi uppliva tann ótta, ruðuleika og ta vreiði, sum rúsdrekka hevur við sær, og tað hava tey heldur ikki, sigur Johannes.

LES EISINI  Væleydnaður leiðarafundur hjá sjómanskvinnuringunum

Hann segði eisini, at pápin legði av at nýta rúsdrekka um pensjónsaldur, tá mamma hansara gav honum tey greiðu boð, at annaðhvørt valdi hann seg ella rúsdrekka. Hann valdi konuna og nýtti ikki rúsdrekka aftur, so leingi hann livdi.

– Fólk hava viðhvørt argað meg og bjóðað mær rúsdrekka, men eg havi altíð sagt nei takk. Ikki øll hava skilt tað, men tað er so teirra trupulleiki. Eg vil liva og møta lívinum edrúur, tí tað er best. Avgerðin ikki at nýta alkohol er mín, og eg havi ongantíð verið limur í nøkrum avhaldsfelagi, sigur Johannes.

Honum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina