Egyptaland rættir hondina út til koptarar og letur upp risa katedral
Seinasta sunnudag vórðu bæði ein nýggjur katedralur og ein moska vígd í Egyptalandi. Hetta boðar frá samanhaldi, sigur forsetin al-Sisi.
Egyptiski forsetin, Abdel Fattah al-Sisi, vígdi seinasta sunnudag størsta katedralin í Miðeystri eystanfyri Kairo í Egyptalandi. Tað skrivar BBC. Fyrsta midnáttarmessan í nýggja katedralinum varð undir sera stórum trygdareftirliti hildin næstseinasta sunnudag – kvøldið fyri koptisku jólini. Vígslan fór fram dagin eftir, at ein løgreglumaður lat lív í eini spreinging í býnum Nasr, tá hann var í ferð at gera eina bumbu óvirknað. Bumban varð funnin við eina koptiska kirkju.
Tey koptisku kristnu í Egyptalandi eru umleið 10 prosent av landsins íbúgvum. Meginparturin av íbúgvunum eru muslimar. Koptarar hava leingi klagað um, at mismunur verður gjørdur, og teir verða ofta álopnir av islamistum, sum meta koptarar sum vantrúgvandi. Mong halda, at egyptisku myndugleikarnir gera ov lítið fyri at verja koptarar.
Vígslan av katedralinum sunnudagin fór fram samstundis sum vígslan av stóru moskuni Al-Fattah Al-Aleem. Við vígsluna av katedralinum segði forsetin al-Sisi, at hetta sendir ein boðskap um samanhald, at moskan og katedralurin verða vígd samstundis.
– Vit eru eitt fólk, og vit verða verandi eitt, segði hann og vísti til egyptisk kristin og muslimar.
Síðani desember 2016 eru meira enn 100 koptarar dripnir í hernaðarligum álopum í Egyptalandi, skrivar tíðindastovan AFP. Í apríl 2017 drap Islamiskur Statur (IS) meira enn 40 fólk í einum álopi á tvær kirkjur, og í desember drap ein IS hermaður 9 fólk í einum álopi á eina kirkju uttanfyri Kairo.
Egyptaland hevur verið í undantaksstøðu síðani apríl 2017.
Kelda: Ritzau