Ein djúpur tosti eftir Guds livandi vón í Sýria

Líka síðani tað sokallaða arábiska várið í 2011, hevur Sýria kent sviðan av áhaldandi kríggi og oyðileggingum, líka til dagin í dag. Viknandi undirstøðukervi, manglandi trygd, inflatión, vápnaðar ósemjur og áhaldandi úttrokan av fólki, mynda gerandisdagin í Sýria. Mina Awny, sum umboðar barnarásina Sat7-kids, fór til Sýria fyri at geva børnunum, sum enn búgva har, vón. Hann sigur sjálvur frá sínari vitjan.

Kona mín og tveir Sat7 stýrislimir komu við mær til Sýria. Á okkara fýra daga vitjan, vitjaðu vit Daraa og Suwaida.

Hóast eg hevði fylgt væl við í tíðindunum, var eg ikki fyrireikaður upp á tað, sum eg sá. Vit koyrdu við bili ímillum teir sýrisku landslutirnar, men alt vit sóu, vóru vegir sum lógu í oyði og oyðilagdir bygningar. So at siga ongin hermaður ella eftirlitsstøð at hóma.

Ávegis til Daraa viltust vit. Tá vit ongum møttu, sum kundi vegleiða okkum, bleiv bilførarin ørkymlaður. Vit royndu at ugga hann og koyrdu fleiri kilometrar, áðrenn tað eydnaðist okkum at møta nøkrum, sum kundu hjálpa okkum at finna vegin.

LES EISINI  SAT-7: Kurt Johansen heiðraður av danska bíbliufelagnum

Tað kendist dapurt at koma til Daraa. Býurin var oyðilagdur og luktaði av deyða. Har sóust leivdir av brendum húsagrundum og beinagrindum av fólki. Fólk vóru rýmd frá handlum og heimum, sum øll vóru merkt av holum frá missilálopum.

Daraa, kendur sum goymslustaður hjá uppreistrarmonnunum, var ein av býunum har fyrstu samanbrestirnir vóru millum uppreistrarmenninar og sýriska herin í 2011.

Vápnaði bardagin gekk fyri seg beint uttanfyri dyrnar hjá fólki, sum sóu allar ræðuleikarnar, tá hús teirra vóru rakt, og fólk lógu særd og dripin á gøtunum.

Djúpur tosti og ein yvirlivandi VÓN

Hóast syndarliga huglagið í býnum, sóust smílandi andlit av gleði á teimum sýrisku kristnu, sum tóku ímóti okkum í teirra heimum og kirkjum. Hesi kristnu í Daraa kenna seg avbyrgd og einsamøll. Tey tysta og leingjast eftir vitjan frá kirkjum sum okkara. Tey bóðu okkum um at steðga longur, av tí at okkara vitjan gav teimum stimbran og vón til at liva víðari. Tey leingjast eftir at lovprísa og lovsyngja saman við okkum.

LES EISINI  Føroya Landstýri latið 330.000 kr í menningarhjálp til SAT-7 

So skjótt sum tey møttu okkum, skóru tey í grát og søgdu okkum frá teimum ræðuligu hendingum, sum teimum høvdu verið fyri. Tey grótu meðan tey fortaldu okkum um, hvussu vindeyguni í húsunum vóru knúst, av missil skotríðum, sum settu tey øll, bæði vaksin og børn, í lívsvanda.

Men í allari hesari neyðini, mistu tey ongantíð trúnna, vónina og álitið á Guðs verju.

Ein stríðandi kirkja

Vit hava hoyrt hugaligar søgur um trúgvandi, sum í túsundatali hava vent sær aftur til Kristus undir sýriska krígnum, men tó ikki allastaðni. Kirkjan møtir stórum avbjóðingum nógvastaðni í Sýria. Prestar rýma úr kirkjunum vegna ósemjur og stríð. Kirkjuráðslimir royna at hava kirkjurnar opnar fyri teimum kristnu, sum búgva har. Trýst uttanífrá og ósemjur innanhýsis vegna ta stóru tilgongdina av nýggjum trúgvandi, skapa spenningar ímillum tey eldru og nýggju. Kirkjan í Sýria er í líknandi støðu í dag, sum í teimum fyrstu hundrað árunum. Kirkjan hevur brúk fyri bønum okkara fyri at yvirliva ófriðin og stríðið um alt landið.

LES EISINI  Sat7 heitir á bøn fyri Miðeystri og Norður Afrika

Sat7-kids sendir nógvar og ymiskar sjónvarpsskráir til børnini, sum stimbrar teimum, millum annað sendingina ”Við Jesus í familjuni”. Eisini ferðast tey nógv runt í øllum Miðeystri, har tey vitja børnini og gera beinleiðis sendingar saman við teimum.

Allastaðni har tey vitja, kenna tey hendan tostan hjá børnum og familjum, eftir at hoyra boðskapin um vónina í Jesusi Kristi.

 

Kelda: Sat-7.

 

 

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina