EIN HJARTANS TØKK

Nú nýggja høllin og felagsøkið eru vígd, vil Kirkjuliga Heimamissiónin bera eina hjartans tøkk til øll, sum hava gjørt hetta stóra tak møguligt!

Takk til øll, ið hava verið við at byggja og innrætta nýggju bygningarnar.

Takk til øll, ið tóku lut seinasta vikuskifti og dagarnar uppundir vikuskiftið.

Takk til øll, sum stuðla og hava stuðlað útbyggingini, eins væl og leguhúsinum ígjøgnum árini, bæði við einstøkum gávum og føstum mánaðargávum.

Takk til Sunda kommunu, kirkjur, missiónshús, felagsskapir og einstaklingar fyri gávur vígsludagin, og takk fyri blómur og heilsanir vígsludagin.

Takk til øll fyri beinasemi, vælvild, áhuga, forbøn og stuðul á so ymiskan hátt.

 

Vit vilja fegin gagnnýta víðkaðu karmarnar á besta hátt, so tað verður fólki okkara, børnum, ungum og vaksnum, til gleði og signingar; og vit takka hjartaliga fyri framhaldandi stuðul og vælvild.

 

Síðsta arbeiðið innandura er at gera kamarslonina lidna, og tað verður gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Øll kunnu vera við, og vit takka frammanundan teimum, ið vilja nýta tíð og orku til hetta.

LES EISINI  Takkið - í øllum førum

 

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina

Andrias Magnussen, aðalskrivari, og Símun P. Jacobsen, formaður

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina