Eitt afturljóð úr Kolding

– Eitt barn lítur bergtikið í speglið og verður hugtikið av undran. Barnið sær seg sjálvt og hugsar: Wow, eg eri til. Eg eri sterkt. Hygg mínir musklar, sigur Danny Householder og hyggur út yvir øll tey ungu, sum sita rúnarbundin og lurta. Hann heldur fram: Men, tá ið vaksin hyggja í speglið, leita tey eftir feilum og veikleikum.  

Í vikuskiftinum 23.-25. oktober vóru nøkur ung úr HMU ein túr í Kolding, har tey luttóku á Echo, sum Indre Mission og Indre Missions Ungdom skipaðu fyri. Talan var um eitt innihaldsríkt vikuskifti, har luttakararnir fingu nakað við sær heim aftur at hugsa um.

Flestu talararnir og fyrilestrahaldararnir á Echo hava røtur í enskt mælta partinum av heiminum. M.a. Danny Householder, sum kemur frá Lutheran Church of Hope í USA. Hann greiðir frá, at kanningar í USA vísa, at trý av fýra hugsa positivt um onnur menniskju runt seg, meðan tað einans er ein av fýra, sum hugsar positivt um seg sjálvan. Tí er tað týdningarmikið, at vit læra fólk at síggja seg sjálvi sum elskaði.

Danny Householder heldur, at ung kristin kunnu hava trupult við at knýta kristinlívið saman við teirra gerandislív.

LES EISINI  Nýggjur formaður í LUN

»Nógv liva sum kristin sunnudag, og “vanlig” hinar dagarnar. Og hetta er ikki gott«, heldur Danny Householder, og vísir á, at sjálvsfatanin millum ikki-kristin er nógv øðrvísi.

Nógv av teimum, sum ikki liva saman við Jesusi, liva út frá eini áskoðan um, at menniskja er tað sama sum tað ger. Tú verður tað tú etur, tú ert tað tú gert. Tínar gerðir í hesum heimi avdúka teg. Bert ein feilur avdúkar teg, og tað kann hava stórar avleiðingar í einum heimi uttan fyrigeving.

»Kristni hugsunarhátturin er øðrvísi« sigur Danny Householder: »Heimurin sigur: Eg eri tað eg geri. Men Guds orð sigur tað øvugta, at gera tað eg eri. Hóast eg syndi, so er tað ikki tað eg eri. Eg eri jú ein fyrigivin syndari«.
Danny Householder vónar, at tiltøk sum Echo kunnu vera við til at hjálpa ungum at vaksa í trúnni, at bera ávøkst og gera tað tey eru, við at liva sum børn hjá Gudi, sum hava fingið fyrigeving og tí eru arvingar til Guds ríki.

LES EISINI  Støðugt fleiri lesa Kumpas

Ein annar av fyrilestrahaldarunum, Luke Greenwood, er inni á nøkrum av tí sama: »Tað er ein lygn, tá ið vit fortelja hvørjum øðrum, at vit kunnu blíva júst tað, sum vit hava hug til«, ger Luke Greenwood greitt. Hann undirstrikar, at hetta leggur alt ov stórt trýst á menniskju, at tey skulu vera alt tað, sum tey hava hug til at vera, og tað er heldur ikki møguligt. »Vit kunnu vera alt, sum Gud vil, at vit skulu vera. Hesum frælsinum kunnu vit læra at liva í«.  

Um seg sjálvan sigur Luke Greenwood, at hann er ein “enskur brasilianari, sum er trúboðari í Póllandi,” har hann arbeiður fyri felagsskapin Steiger. Hann greiður frá, at hansara uppliving er, at nógvu lygnirnar, sum menniskju fortelja sær sjálvum og øðrum, skapa einsemi og ótta. »Og so líða nógv menniskju undir, at tey halda, at einki endamál er við lívinum«, sigur Luke Greenwood, sum m.a. hevði ein fyrilestur við yvirskriftini ”7 lygnir”.

»Tað passar ikki, at tær nýtist at vera religiøsur fyri at finna Gud. Øll kunnu finna Gud. Tá ið ein persónur hevur funnið Gud, so gert tað greitt, at tað eisini er ein lygn, at kærleiki einans er ein kensla, sum kemur og fer. Tí tann ævigi Gud er kærleiki. Royndirnar við Guds kærleika geva okkum ikki einans eina sannkenning av, at vit kunnu blíva alt tað, sum Gud vil at vit skulu vera. Tær geva okkum eisini eitt endamál við lívinum. Vit eru her orsaka av kærleika«, heldur Luke Greenwood, men peikar samstundis á, at tað eru nógv menniskju í dag, sum stríðast við teirra sjálvsvirði, tí tey trúgva lygnunum, sum heimurin fortelur.

LES EISINI  Nýggj poddvarprøð til foreldur (og onnur góð fólk)

»Alt ov nógv menniskju uppliva, at tey hava eitt hol í sálini, sum veksur og veksur. Heimurin tyngir tey við øllum sínum krøvum, tí tey ikki hava skilt sannleikan um seg sjálvi og teirra lív«, sigur Luke Greenwood.

»Øll leita eftir meining og endamáli, og øll ynskja at hoyra til. Men hugsa um, hvat C.S Lewis sigur:

“Um eg havi eina trong, sum einki í hesum heimi kann stilla, so er einasta frágreiðing, at eg var skaptur til ein annan heim.”«

C.S: Lewis
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina